Lýsing
Lýsing

Mortan: - Latið Føroya Banka upp

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.03.2019 - 12:26 Politikkur Tíðindi Vinna

Skiparin á Kambi er avgjørdur tá vit biðja um hansara viðmerking, nú Sandshavið hevur rokast á Føroya Banka seinastu dagarnar

Sandshavið hevur fingið royndarloyvi frá Havstovuni at royna á Føroya Banka. Í morgun komu teir aftur við góðum 133.000 pundum á 5 setum. Tað mesta var hýsa og longa. 

Mortan Mortensen er skipari á Kambi og hann hevur fylgt væl við gongdini í línuveiðuni seinastu mongu árini. Mortan sigur soleiðis um túrin hjá Sandshavinum. 

- Ein veldigur túrur, men bara sjey kassar av toski. Tað vil siga at tað ber ikki til at byggja nakran stovn upp við at friðað. Hevði bankin verið opin fyri fiskaríði hesi 10 árini, so veit eg hvør hevði haft skyldina fyri støðuna hjá toskinum, nevniliga fiskimenninir. Tí er tað ein katastrofa at steingja bankan so leingi, har høvdu heilt sikkurt verið nógvir góðir túrar hesi seinastu 10 árini, og møguliga hevði støðan hjá toskinum bara verið betur, sigur Mortan við Norðlýsið

- Tað er ongin ivi í mínari við - latið Føroya banka upp, sigur Mortan at enda við Norðlýsið. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…