Lýsing
Lýsing
Ein sera fegin Jógvan Skorheim á Tórsvølli í 2016, tá KÍ blivu steypavinnarar. | Mynd: Oliver Joensen

En-di-liga! (byrjar fótbólturin aftur)

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.03.2019 - 08:00 Ítrottur Leiðarin

Onki savnar føroyingar so væl sum fótbóltur. Fótbóltur er sosial samvera, samrøðuevni, kappingar-andi, lið-andi, felagsskapskensla, hugni og undirhald alt í einum. Føroyingar fara av húsum í alskyns veðri sunnudag kl. 15 at stuðla sínum felagi í tjúkkum og tunnum, og úrslitið á vøllinum setir sín dám á humørið á teimum føroysku arbeiðsplássunum og skúlunum langt inn í vikuna eftir.  

Í fjør reyk spenningurin ov tíðliga. Føroyameistarin og europaluttakararnir vórðu funnir óvanliga tíðliga, og einans botnstríðið var spennandi til tað síðsta – og endaði eisini púra óvæntað. Men í toppinum sprongdi HB øll mørk og setti met í stigum. Tað var eitt veruligt bragd, og vit kunnu ikki annað enn taka hattin av fyri Heimi og HB. Ongin væntaði, eftir at KÍ smurdi HB av í fyrsta umfarið við einum lemjandi 3-0 sigri á teimum reyðsvørtu, at felagið í heila tikið fór at gera seg galdandi í kappingini um europapláss. Men eldra havnarfelagið gjørdi øllum spádómum fyri skommum á ein hátt, sum ongantíð er sæddur fyrr. Og í ár verður tað ongin, sum undirvurderar HB.

Venjingardystirnir hava ikki fortalt okkum nakað serligt um støðið á liðunum. Onki lið hevur bara tapt ella bara vunnið. Tey allarflestu liðini hava bæði vunnið, tapt, og spælt javnt. Um hetta merkir, at vit fáa eina óvanliga javna kapping í ár, ella um feløgini bara hava spart uppá krútið, kann bara tíðin vísa.

VFF Cup ella Venjarakappingin endaði við sigri til føroyameistaran HB, men tað var eftir brotssparkskapping eftir 2-2 ímóti Skála, ið endaði á 6. plássi í fjør. Klaksvíkskappingin endaði við sigri til Víking í eini tættari finalu, sum endaði 2-1 ímóti NSÍ. Stóri taparin var B36, sum fór heim við einum avsmurningi uppá samanlagt 13-3 í skjáttuni fyri tveir dystir. Í Venjarakappingini endaði B36 á sjeynda plássi. Funnist hevur verið at B36 fyri at stilla við einum veikum liði, men sum skilst er orsøkin, at felagið stríðist við sera nógvar skaðar.

Lokala KÍ-felagið er ikki so lokalt longur, verður sagt, og fleiri arga felagið fyri at brúka heldur nógvar útlendskar leikarar. Tað mesta av hesum er sjálvandi sagt í spølni, men vitnar um, at fólk halda, at KÍ eigur at vera lokalt, og tað hevur tað søguliga eisini verið. Men tíðir broytast, og vit fara uttan iva at síggja eina meira altjóðakenda samanseting av liðum framyvir, eisini í øðrum feløgum. Til venjingardystirnar hava upprunaligu KÍ-leikararnir avgjørt ikki staðið aftanfyri útlendingarnar, so ongin ivi er um, at útlendingarnir eisini framyvir fara at vera eitt kærkomið ískoyti, og ikki nakar “erstatningur” fyri innføddu leikararnar. 

Í Eysturkommunu verður sagt, at har verður arbeitt við eini spennandi verkætlan um innanduravøll í fullari stødd í Leirvík. Hesum taka vit av fullum huga undir við. Tá kappingarárið í fjør endaði, máttu fleiri týðandi dystir útsetast, tí tað ikki var spælandi fyri veður. Í summum førum komu lið langvegis frá, úr Sandoynni og Suðuroynni og inn í Eysturoynna, bert fyri at verða vend við stadiondyrnar, tí veðurgudarnir av álvara høvdu fingið skeiva beinið úr songini.

Hevði ein innandurahøll verið í Leirvík, høvdu dystir kunnað flutt inn hagar, tá tað ikki var spælandi í Gøtu, Fuglafirði og Klaksvík fyri veður. Og møguliga Skála, Toftum og Runavík við. So hiðani skulu ljóða ynski til Eysturkommunu um at halda áfram við góðu ætlanunum.

Hyggja vit at fyrsta umfari, so eru tvær rimmar uppgerðir á skránni. Arvafíggindarnir KÍ og HB møtast í tí føroyska El Clásico. Víkingur og ÍF bresta saman hinumegin fjørð. Og eitt sindur longur suðuri er so enn ein oyggjauppgerð millum NSÍ og EB/Streym. Umframt hesar møtast B36 og Skála í Tórshavn og TB og AB í Trongisvági. Her er vert at leggja til merkis, at TB nú aftur eitur TB og ikki longur er partur av einum størri suðuroyarfelagi.

Nakrar linjur um formannin. Formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag seinastu mongu árini Tummas Lervig varð afturvaldur á aðalfundinum herfyri. Tummas hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri felagsskapin, bæði tá tað hevur gingið væl og tá tað hevur rikið ímoti, og skal hiðani gevast eitt stórt herðaklapp og ein stór reyð rósa til Tummas Lervig.

Eitt spennandi kappingarár fer nú í gongd, og eftir venjingunum at døma verður tað eitt javnari ár, enn vit eru von við. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggi bygningu­rin bygdur við rekord ferð
Boris Johnson tapti avgerðandi atkvøðugr…
Hagtøl: KÍ stendur seg betri í Tórshavn…
Helgi lættir um atgongd­ina til spritt
Vælkomin til kaffi  í morgin 23. oktober
Klaksvíkar sjúkra­hús hevur tikið nýtt, d…
Jógvan Páll Lassen í sínum vanliga stíli
Sjálvsagt tryggja vit ognarrættin hjá fø…
KÍ Ársveitsla
Aleksandar Djordjevic ársins venjari í k…
Treysti byrjar innandura­venjingar­nar í m…
Býráðið bjóðar til morgunmat í KÍ-høllin…
- Útbyggingin gevur Fjallafípuni enn bet…
Líðhamar 15.800 pund í dag
Minkandi í kvøld
B36-KÍ verður leygar­dagin kl. 15.00
Dansivetu­rin byrjaður
Smáar vatnmyllur eru vælegnaðar í Føroyu…
Johan Dahl spyr um sjóvegis samferðsluke…
Tøkk