Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útvarpsbiografur í Kringvarpshøllini sunnudagin

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.03.2019 - 03:12 Mentan Tíðindaskriv

Sunnudagin verður almennur útvarpsbiografur í høllini í Kringvarpinum. Teir sjey útvarpsdokumentararnir, sum komu inn til kappingina hjá Kringvarpi Føroya, verða at hoyra.

Kringvarp Føroya skrivaði ífjør út kapping um at skriva ein útvarpsdokumentar. Endamálið var at eggja fleiri at skriva og gera nýggjar stuttdokumentarar til útvarp.

Dómsnevndin hevur nú valt ein vinnara, men allir útvarpsdokumentararnir verða at hoyra sunnudagin.

Stutt-dokumentararnir skuldu vera soleiðis, at sum lidnar útvarpssendingar skulu teir geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð.

Harafturat skuldi útvarpsdokumentarurin hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar upp undir huglagið í søguni. Dokumentararnir skuldu verða 8-10 minuttir til longdar.

Tilsamans komu sjey stuttdokumentarar inn. Evnini fevna víða og tey umboða ymisk brot frá veruleikanum í føroyska samfelagnum.

Dokumentararnir fortelja søgur um alt frá nýbroti innan KT-heimin, tónleik og tað, ið eitt “hitt” kann hava við sær. Vit hoyra tvær ymiskar søgur um kroppin, um spurningin hvat vakurleiki er, um uppruna og familjuloyndir, og um avbjóðingar hjá gomlum siði móti nýggjum tíðum. 

Útvarpsdokumentararnir verða at hoyra sunnudagin klokkan 16. Teir sjey dokumentararnir eru uml. 10 minuttir til longdar og Kringvarpshøllin verður myrkaløgd.

Eftir at Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, hevur bjóðað vælkomin í forhøllini, sigur Linda Mortansdóttir, umboð fyri dómsnevndina, nøkur orð. Síðani verða fyrst fýra søgur at hoyra. Eftir eini kaffisteðg, verða hinir tríggir dokumentararnir at hoyra.

 At enda verður virðisløn verður handað vinnaranum.

Í dómsnevnini sótu Thorgerður Sigurðardóttir (RUV, ÍSL) Tim Hinman (Third Ear, DK) og Linda Mortansdóttir (FO).

Tiltakið er alment og ókeypis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…