Lýsing
Lýsing
Lýsing

Undran og spurningar um inntrivið í dagstovnaøkið

SKRIVAÐ: Gunnvá Tróndardóttir Joensen  |  15.03.2019 - 11:19 Lesarabrøv Tíðindi

- Opið bræv til Klaksvíkar býráð frá Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Inngangur og nøkur tøl
Klaksvíkar Kommuna boðaði tann 31/10-18 á heimasíðuni frá, at býráðið tað kvøldið hevði samtykt broytingar og umskipan á dagstovnaøkinum. Nú skal allur árgangurin av børnum, sum skal í skúla árið eftir, ganga síðsta barnagarðsárið í útibarnagarðinum Fjallafípuni. Hetta inniber m.a. at Fjallafípan, sum heldur til úti í Grøv, omanfyri kirkjugarðin, verður útbygd við einum sonevndum skála afturat. Í mars 2017 var Fjallafípan eisini víðkað við einum av hesum skálunum, tá við plássi fyri 40 børnum afturat. Nú hevur býráðið so samtykt, at stovnurin skal vaksa við 20 børnum afturat, og skal hesin nýggi skálin verðar klárur at taka í nýtslu í fyrru helvt í 2019. Tá koma so á leið 85 børn at ganga í útibarnagarðinum Fjallafípan. Hetta vil siga ein vøkstur uppá 60 børn innan 2 ár. Í praksis vil hetta tó siga, at so stórur sum árgangurin er av børnum sum skulu í skúla árið eftir, so nógv børn koma at ganga í útibarnagarðinum Fjallafípuni.

Eftirfylgjandi hava vit foreldur fingið at vita, at ein orsøk til hetta risa inntriv, er at geva øllum børnum møguleika at ganga 1 ár í útibarnagarði, áðrenn tey fara í skúla.  Áðrenn fyrru útbyggingina av Fjallafípuni vóru tað bara børn úr Barnahúsinum Margit, ið sluppu út í Fjallafípuna, og tað í tvey ár. Nú merkir hetta at øll børn úr øllum stovnum í býnum sleppa í útibarnagarðin, men at tað verður bara í 1 ár.

Fylgjurnar, ið býráðið ikki hevur hugsað um?
Tað er ein tilvenjing at skifta stovn, serliga frá vanligum barnagarði til útibarnagarð. Tað eru fríari ræsur í útibarnagarði, og børnini fara frá innigyrdum øki, til opið umhvørvi við ongari girðing, og mugu tískil læra hvar markið gongur. Úti í Fjallafípuni eru smáir pelar settir upp, sum markera hvussu langt tey kunnu fara, og mugu tey læra hesi tekin, nú ongin fysiskur garður heldur teimum inni. Við tað at børnini hava gingið í 2 ár í Fjallafípuni, hevur 1. árið verið ein tilvenjingartíð til hesar nýggju umstøður og mannagongdir. Seinna árið eru børnini tað eldri, og kenna allar rammur og mannagongdir, og kunnu fara víðari í menningini m.a. við at fara í skúlabólk og gera seg skúlakláran. Tey yngru, ið koma til teirra fyrsta ár, hava tá hesi eldru og etableraðu børn rundan um seg, og kunnu læra av teimum. Menniskjaligt er, at vit læra av teimum eldru, og hava fyrimyndir. Nú, við at fjerna tað eina árið, verða øll børnini nýggj og ókend á hvørjum ári. Ein stovnur við 100% útskifting hvørt ár. Eg kann ikki ímynda mær hvussu nógv hetta fer at krevja av starvsfólki, eins væl og øllum uml. 85 nýggju børnunum, ið skulu halda til har.

Skiljið meg rætt. Eg haldi tað er gleðiligt at øll børn fáa møguleikan at sleppa í útibarnagarð. Tað, sum undrar meg, er mátin man ger tað uppá. Avgerðin verður tikin av býráðnum uttan at foreldur ella starvsfólk vera hoyrd. Av tí at hetta er eitt so stórt inntriv í alt dagstovnaøkið, ið kemur at ávirka allar dagstovnar í býnum, haldi eg, at tað er sera undarligt at ongi foreldur ella starvsfólk verða spurd um teirra hugsan áðrenn, men bert vera kunnaði eftir at avgerðin er tikin. Arbeiðið er eisini longu farið í gongd.

Hevur býráðið tikið hesa avgerð, uttan at kanna um aðrir møguleikar eru? Kunnu hesir skálar ikki setast upp aðrastaðni í kommununi? Kunnu stovnar ikki byggjast frá grundini, av føroyskum veitarum, til føroysk viðurskifti, aðrastaðni í kommununi? Hetta soleiðis, at man fekk fleiri eindir av útibarnagørðum, um ynski er at øll børn skulu ganga hetta eina árið í útibarnagarði? Hetta hevði kanska eisini gjørt tað møguligt hjá øllum at sloppið hesi 2 árini í útibarnagarði, sum royndirnar vísa hevur riggað sera væl hjá Fjallafípuni.

Í hesum sambandi kann eisini nevnast vegurin niðan til Fjallafípuna. Tað er ein einsporaður, brattur vegur. Hann er ikki gjørdur til at tveir bilar kunnu møtast, men ein kann við hepni og varligari hond lora seg forbí tá tveir bilar møtast á vegnum. Annars ger man tað man kann fyri at sleppa undan at møtast, við at hyggja seg væl fyri, áðrenn koyrt verður oman ella niðan. Hetta ber vegna sving og tískil ringt sýnið ikki altíð til, men tað gongur við forstáilsi frá báðum síðum. Men, munur er sjálvandi á tá foreldur at uml. 35 børnum skuldu brúka vegin, og sum framtíðin fer at bjóða, at uml. 85 børn ella meir skulu handast og heintast.

So er tað umhvørvisaspektið. Úti í Grøv og økið har á leið, er eitt framúr vakurt, grønt øki, og er uttan iva optimalt til útibarnagarð. Men, alt við máta. Vit mugu ansa eftir grønu økjunum sum eru eftir.  Hevur býráðið tikið hædd fyri, um økið úti í Grøv megnar hetta stóra inntrivið, ið verður gjørt við tað fyri aðru ferð innan 2 ár? Eg hugsi, um økið tolir hesa útbygging av bygningum og fólki, ið skulu brúka og slíta uppá tað dagliga.

Fysisku rammurnar – barnaansing á einum byggiplássi
Nýggi skálin, ið var tikin í brúk í mars 2017, varð settur upp við síðuna av upprunaliga Fjallafípu bygninginum, nakrar metrar ímillum. Vit foreldur fingu tá at vita, at bygningarnir blivu samanbygdir sum skjótast, soleiðis at talan bleiv um eitt forlongilsi av gomlu Fjallafípuni. Hetta arbeiðið við at samanbinda bygningarnar dróg út, og 10. oktober 2017 sendi táverandi foreldraráð fyri Fjallafípuna skriv til kommununa, og spurdi nær væntast kundi at arbeiðið við at binda eindirnar saman fór í gongd. 09. november 2017 fær foreldraráðið svar frá kommununi at arbeitt verður við málinum. Í februar 2019 var endiliga fast millum bygningarnar. Tvs. knapt 2 ár eftir at nýggja eindin var tikin í brúk. Men, millumgongdin er tó ikki endaliga liðug, og tískil ikki tikin í brúk enn, nú í mars 2019.

Fyri at fáa stovnin at fungera í praksis, meðan talan er um tvey hús, møta børnini um morgnarnar í ávísari stovu í øðrum húsinum, inntil eitt ávíst klokkuslett, og eftir hetta klokkuslettið skulu fleiri av børnunum skifta hús aftur. Við mentanina á stovninum hevur hetta gjørt, at børnini tosa um hvørt annað sum ”børnini í hinum húsinum.” Tey føla ikki, sum hetta er sami stovnur. So nógv hava fysisku rammurnar at siga. Eg hugsi tí hvat enn ein útbygging fer at gera við starvsfólk, børnini og mentanina á stovninum.

Fjallafípan hevur sum nevnt, verið eitt byggipláss leingi, og við enn eini útbygging, áðrenn tann fyrra er endaliga liðug, kemur hon at verða tað framhaldandi. Allarhelst í langa tíð. Kann man bjóða starvsfólki, børnum og avvarandi hetta rokmikla dagstovnaumhvørvið sum eitt byggipláss er? Her hugsi eg bæði um trivna, menning og ikki minst trygdina hjá teimum, ið skulu hava sín gerandisdag mitt í allari hesari útbyggingini.

”Kunning, samskifti, samstarv”
Eg siti sum foreldur og borgari spyrjandi um avgerðina um hetta risa inntriv í dagstovnaøkið. Vit foreldur hava verið á kunningarfundi úti á stovnunum, rúma tíð eftir at býráðið boðaði frá at avgerðin um broytingarnar var tikin. Umboð frá kommununi var við á kunningarfundinum, og bleiv bólturin sparkaður aftur til tað býráðið, ið sat áðrenn hetta. Vit fingu at vita, at grundarlagið undir hesi avgerðini var faldarin við Barna- og ungdómsvirðum, sum bleiv gjørdur undir táverandi býráði. Júst tað sitatið, ið var tikið fram á kunnandi fundinum, sum grundarlag fyri hesi avgerðini, finni eg ikki í faldaranum, sum liggur á heimasíðuni hjá kommununi. Vit fingu upplýst at í virðunum stóð nakað soleiðis: ”At øll børn skulu hava rætt til 1 ár í útibarnagarði.”

Her eru tvey onnur sitat ið standa í faldaranum sum liggur á heimasíðuni:  ”Klaksvíkar Kommuna vil virka fyri einum góðum samstarvi og samskifti millum børn, ung, tey, ið varða av, og fakfólkið, har barnið/hin ungi er í miðdeplinum. Kommunan vil eisini virka fyri, at samrøða og samstarv er ein náttúrligur partur av arbeiðinum við børnum og ungum. ” Og:  ”Foreldur/verjar eru høvuðspersónar hjá barninum og eiga at verða væl kunnað um tað, ið barninum viðvíkur.”

Eg meti ikki, at hesi orðini úr faldaranum eru fylgd, tá hendan avgerðin var tikin av Klaksvíkar býráð, yvir høvdið á starvsfólki á økinum og foreldrum at øllum børnum, ið hetta kemur at ávirka. Eg havi eisini varhugan av, at fleiri foreldur slett ikki vita hvussu hetta í veruleikanum fer at ávirka tey og teirra børn, tí hetta er komið so brádliga. Bara ein lítil kunning eftir at avgerðin er tikin, og tá gerst ikki nógv.

Sera lítil, fyri ikki at siga ongin, kunning hevur verið um hvussu útibarnagarðurin við øllum árganginum av børnum skal virka í praksis. Er hetta at rokna sum ein forskúli? Ella er hetta bara ein roynd hjá býráðnum at fáa øll børnini í eitt ár í útibarnagarð fyri ”ein hvønn prís,” og tí tað er so ógvusligur tørvur á barnagarðs- og vøggustovuplássum, sum kommunan ikki klárar at nøkta?

 Tí hetta opna brævið til býráðið. Við spurningum og undran, tí hetta kom sera óvart á nógv. Kundi sagt nógv afturat, men tað blívur ov drúgt. Argumentini frá býráðnum um hví hetta verður gjørt, eru fleiri sera tunn, og viðurskifti ið tala ímóti, eru ikki tikin við. Tað at vit fáa at vita um hetta eftir at avgerðin er tikin, og arbeiðið longu er farið í gongd, uttan at nakar følir seg hoyrdan, skapar frustratiónir.

Um nakað, sum eg havi ført fram sum fakta er skeivt, er býráðið vælkomið at rætta meg. Rættast hevði tó verið, at vit vóru hoyrd og betri kunnaði áðrenn avgerðin var tikin.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

 

Keldur og empiri
Keldurnar sum eg havi brúkt til hetta skriv eru primert av heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, og frá kunningarfundi í Barnahúsinum Margit sum var t. 6. februar 2019 har leiðarin greiddi frá útfrá upplýsingum hon hevur fingið frá býráðnum, og har umboð fyri barnaansingarøkið hjá kommununi eisini legði fram. Harumframt havi eg skrivað útfrá egnum royndum av at vera foreldur við tilknýti til Barnahúsið Margit og Fjallafípuna frá 2013 til dags dato, og sum partur av foreldraráðnum síðani 2016.

Nakrar slóðir:

Fráboðan frá býráðnum um at dagstovnaøkið verður umskipað:
https://www.klaksvik.fo/news/3932/dagstovnaokid-verdur-umskipad 

Eftirfylgjadi skriv frá býráðnum um at dagstovnaøkið verður umskipað, orsøkir og hvat hetta merkir fyri einstaka stovnin í kommununi:
file:///C:/Users/vozto/Downloads/Umskipan%20%C3%A1%20Dagstovna%C3%B8kinum%20-%20kunning.pdf 

Faldarin Barna-og ungdómsvirðir:
file:///C:/Users/vozto/Downloads/Barna-%20og%20ungd%C3%B3msvir%C3%B0ini.pdf 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld