Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kommunala eftirlitið kallar leistin hjá Klaksvíkar Kommunu - óvanligan og óruddiligan

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  19.03.2019 - 00:36 Politikkur Tíðindi

Innlit, sum Norðlýsið hevur fingið, vísir at Kommunala Eftirlitið á fundi í november 2018 gjørdi Klaksvíkar Kommunu greitt at ognarviðurskiftini og framferðarhátturin hjá kommununi í samband við Biskupstorg er ”óvanligur og óruddiligur” og ivasamt er um kommunan hevur hildi seg til heimildirnar í kommunufulltrúini.

Í uppritið frá fundi millum umboð fyri Heilsu- og Innlendismálaráðið, Fíggjarmálaráðið og umboð fyri Klaksvíkar Kommunu í november í fjør, sæst at Kommunala Eftirlitið ikki er álviligt við ætlanirnar hjá Klaksvíkar Kommunu í samband við nýggju handilshølini í miðbýnum.

Harafturat hevur tað gingið sera trekt hjá Kommunala eftirlitinum at fáa skjøl frá Klaksvíkar Kommunu.

Enn er eingin endalig niðurstøða.

Tann 30. november 2018

er fundur millum Klaksvíkar Kommunu og Kommunala eftirlitið.

Vit hava fingið innlit í upprit frá fundinum:

….Umboð fyri kommununa greiður frá at tá kommunan yvirtók heimatænastuna, eldrarøkt v.m., seldi sjálvsognarstovnurin undir Kráarbrekku, sambýlið við kjallara fyri 20 mió. Kr. til Norðoya- Bú- og Heimatænastu. Íbúðirnar vórðu seldar Bústaðir fyri 17,8 mió. kr…..

…. Í dag eiga Bústaðir og kommunan líka nógv í sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku…

… Bústaðir sigur seg at hava garanti frá kommununi uppá á 25 mió. kr. uppá kjallaran (red: Biskupstorg)…

…. Kommunan ætlar sær at leiga veghæddina frá sjálvsognarstovninum fyri at leiga veghæddina víðari til feløg. Í hesum sambandi er ætlanin at stovna Miðbýarfelagið Biskupstorg.

Veghæddin er 1056 m2……

… ætlanin er at veghæddin verður seld tá torgið hevur ment seg so sum kommunan ætlar sær….

…. Heilsu- og Innlendismálaráðið heldur í fyrstu atløgu, at leisturin er óvanligur og heldur óruddiligur. Tað er ikki siðvenja at ein kommuna leigar eina ogn bara fyri at leiga ognina víðari. Tað er spurningurin um kommunufultrúin heimilar hesum. Tað hevði verið lættari, um sjálvsognarstovnurin seldi ella sjálvur leigaði veghæddina út til útvent virksemi….

…. Niðurstøða: …. Avtalað, at Klaksvíkar Kommuna sendir Heilsu- og Innlendismálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum avtaluna millum bústaðir og kommununa, har kommunan bindir seg til at standa fyri veghæddini. Samstundis sendir Klaksvíkar Kommuna øll viðkomandi skjøl til ráðini….

 

Tann 15. Januar 2018

Sendir Heilsu- og innlendismálaráðið ein rykkjara eftir svarið frá Klaksvíkar Kommunu:

…. Á fundi tann 30. november 2018 um Biskupstorg avtalaðu vit, at kommunan sendir Heilsu- og  innlendismálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum avtaluna millum bústaðir og kommununa, har kommunan bindir  seg til at standa fyri veghæddini. Samstundis skuldi kommunan senda øll viðkomandi skjøl til ráðini.

Enn hava vit ikki móttikið nakað frá tykkum. Nær kunnu vit vænta at fáa tilfarið?......

 

Tann 6. februar 2019

Tekur málið eina heldur sjálvsama vend. Klaksvíkar Kommuna biður nú Heilsu – og Innlendismálaráðið um at geva Klaksvíkar Kommunu innlit í mál hjá øðrum kommunum:

.... Biðið verður í hesum um innlit í niðanfyristandandi málum:

Málið viðvíkjandi Tórshavnar kommunu og Sjóvinnuhúsinum.

Málið viðvíkjandi Tórshavnar kommunu og gamla Føroya Banka.

Málið viðvíkjandi keypi av hølum, har Guðrun og Guðrun húsast.

Biðið verður um innlit í øll viðkomandi skjøl í málunum, umframt niðurstøður frá Kommunala eftirlitinum.

Í sambandi við skjølini, ið tit hava biðið um, skal eg skjótt viðmerkja, at xxxx er í holt við at leita fram skjøl av góðkenningini av Kráarbrekku. Vit siga frá sum skjótast, tá skjølini eru funnin. 

Vónandi verður innlit veitt sum skjótast, so kunnu vit fyrireika okkum til komandi fund.….

 

Sama dag

Tann 6. februar 2019

Svarar kommunala eftirlitið innlitsumbønini frá Klaksvíkar Kommunu og sendir øll skjøl sum kommunan biður um.

Samstundis heitir Kommunala Eftirlitið enn einaferð á Klaksvíkar Kommunu um at senda eftirlitinum øll viðkomandi skjøl viðvíkjandi Biskupstorginum.

…. Viðvíkjandi skjølunum sum vit hava biðið um er at siga, at á fundi tann 30. november 2018 avtalaðu vit, at kommunan sendir Heilsu- og innlendismálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum avtaluna millum bústaðir og kommununa, har kommunan bindir seg til at standa fyri veghæddini. Samstundis varð avtala, at kommunan  skuldi senda øll viðkomandi skjøl viðvíkjandi málinum um Biskupstorg til ráðini - her varð m.a. góðkenningin av  sjálvsognarstovninum nevnd. Nú eru tveir mánaðir farnir og vit hava ikki fingið skjølini.

Kunnu tit bera so í bandi, at senda okkum hesi skjølini skjótast gjørligt……

 

Tann 27. februar  2019

Er fundur millum Klaksvíkar Kommunu, umboða av m.a. borgarstjóranum og Kommunala eftirlitið, umboða m.a. av deildarleiðaranum Hilmar Høgenni.

…. Á fundinum greiddi kommunan frá, at málið nú vendir soleiðis, at kommunan og Bústaðir ætla, at Bústaðir keypir og kemur at eiga íbúðirnar og kommunan keypir og kemur at eiga veghæddina. Tað verða sostatt ikki fleiri pengar ella ognir í sjálvsognarstovninum. Hetta er ein broyting í mun til fundin í november og er málið einklari nú, sambært kommununi.

Kommunan greiddi leysliga frá, hvør orsøkin er til at kommunan nú heldur vil keypa ognina. Her kann m.a. nevnast býarplanlegging, at um sjálvsognarstovnurin hevði selt til ein triðja part, so hevði Heilsu- og innlendismálaráðið greiddi frá, at ráðið enn ikki hevur fingið nakrar upplýsingar ella lýsing av málinum og hevur tískil ikki nógv at fyrihalda seg til.

Niðurstøðan á fundinum er, at Klaksvíkar kommuna skrivar til Heilsu- og innlendismálaráðið og lýsir málið og grundgevur fyri hvørji kommunal endamál eru við keypinum av veghæddini…..

 

Tann 11. Mars 2019

sendir Klaksvíkar Kommuna frágreiðing til Heilsu- og Innlendismálaráðið.

…. Klaksvíkar Kommuna hevur á býráðsfundi tann 28. Marts (Red: óiva ein feilur – skal helst standa 28. februar)  samtykt at keypa veghæddina frá sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku…..

…. Í mun til kommunala endamálið er hartil at viðmerkja, at Klaksvíkar kommuna fyribils hevur  ætlanir um at flyta Klaksvíkar kunningarstovu í veghæddina. Kunningarstovan fær tá betri og rúmsáttari karmar fyri sínum virksemi, ið stórur áhugi er fyri. Hugsanin er, at bæði kunningarstovan  og annað vinnuligt virksemi í veghæddini kundu notið gott av hvørjum øðrum, og hevði hettar givið  vinnulívinum enn betri sømdir at vaksa og styrkt menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi og  útlitini fyri vøkstri í Klaksvíkar kommunu. 

Tann parturin, sum kommunan ikki nýtur, er ætlanin at leiga út til ymsar vinnufyritøkur. 

Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at man hevur roynt at spurt seg fyri um møguligar áhugaðar  keyparar eru, og staðfestast kann at søluprísurin hevði borið við sær eitt stórt tap fyri núverandi  eigaran og harvið kommununa, og hevði hettar verið ein virðismissur fyri kommunukassan. Afturat  hesum skal viðmerkjast, at í mun til bæði stødd og staðseting er talan um ein rættiligan avmarkaðan  skara av keyparum til veghæddina, og tí er ikki rætta løtan at selja ognina…..

…. Samanumtikið er talan um, at kommunan á vanligan hátt keypir eina fastogn, ið kommunan hevur  áhuga í bæði til egið brúk, fyri at hava ræði á hesi ogn á hesum serliga stað, og fyri at tryggja, at  ognin verður nýtt samsvarandi endamálinum og æltanini hjá kommunini fyri økið. Hetta eru vanlig  saklig kommunal áhugamál…..

 

Sí frágreiðing frá borgarstjóranum, Jógvan Skorheim, til Kommunalaeftirlitið HER (PDF)

Meira um málið seinri...

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði