Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óneyðugt hjá Klaksvíkar Kommunu at eiga handilshølir í miðbýnum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  19.03.2019 - 18:49 Politikkur Tíðindi

Ongin orsøk er hjá Klakksvíkar Kommunu at yvirtaka kjallarahæddina í bygninginum á Biskupstorginum fyri skattaborgarans pening.

Í frágreiðing frá borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu til Innlendismálaráðið stendur at lesa at orsøkin til at kommunan keypti handilshølir í miðbýnum var at kommunan vildi tryggja sær, at handilshølini í nýggja Biskupstorgi vóru nýtt til tað endamál sum kommunan ætlaði.
Men Bjørn á Heygum advokatur, sigur at hetta hongur ikki saman.

- Tað er ikki partur av endamálinum hjá kommununum at yvirtaka ognir við tí endamáli, at leiga hesar út. Kommunan kann samb. byggisamtykt áseta allar treytir viðvíkjandi endamáli og nýtlsu av økinum, soleiðis at tað ikki krevst eigaraskapur fyri at tryggja, at hesar treytir verða hildnar.

- Út frá fyriliggjandi skjølum er ógreitt hvørt avtala er gjørd um leigu ella keyp av hølunum í niðastu hædd á Biskupstorginum.

- Bústaðir sigur seg at hava fingið ein garanti frá kommununi uppá 25 mio kr. fyri kjallarahæddina.

- Samb. egnum viðmerkingum hevur kommunan eftir øllum at døma keypt part av bygninginum fyri munandi yvirprís, tá hon longu nú hevur staðfest, at tað ikki slepst av við hølini uttan stórt undirskot.

- Kommunan velur sostatt ikki at selja, og harvið staðfesta stóra tapið, sum skattaborgarin í síðsta enda skal bløða fyri.

- Ístaðin velur kommunan at útseta henda trupulleika við at varðveita bygningin/hølini á egnum hondum.

- Klakksvíkar Kommuna eigur tí at svara spurninginum hví kommunan í heila tikið keypur/leigar eina hædd í einum bygningi fyri yvirprís fyri at fara undir útleiguvirksemi, sum ikki kann forrenta henda yvirprís.

- Samb. § 50 í kommunulógini kann ein kommuna einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga.

- Ùtleiga er í princippinum vinnuligt virksemi, og ikki almentgagnligt endamál.

- Kommunufulltrúin røkkur sostatt ikki til at reka vinnuligt útleiguvirksemi fyri almennar pengar í kapping við privata vinnulívið.

- Tað sum eisini er áhugavert at vita í hesum sambandi er, hvussu stórur partur av loypandi útreiðslunum verða dekkaðar inn við útleigu, og hvussu nógv staðfesta loypandi tapið er, tá framleiga ella útleiga ivaleyst ikki kann forrenta leigu til Bústaðir, ella um hølini verða keypt - rentur og avdráttir av íløguni.

-Henda spurning eigur Klakksvíkar kommuna at svara uppá, sigur Bjørn á Heygum advokatur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing
KÍ missir helst fýra leikarar
Anfinn Í Toft á støð
Morgunmatarborðið veit
Hví eitur býurin Oslo?