Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu

SKRIVAÐ: Visit Runavík  |  21.03.2019 - 09:34 Mentan Tíðindaskriv

Várið er í hondum og vit ganga móti ljósari tíðum. Hetta merkist serstakliga í Runavíkar kommunu, har tey fyri tíðina leggja sendastu hond á fyrireikingarnar til árligu Mentanarvikuna. Hetta er annað árið á rað, at Mentanarvikan verður skipað sum eitt vártiltak. Í fjør hepnaðist Mentanarvikan, við omanfyri 70 tiltøkum, so væl, at kommunan hevur avgjørt at Mentanarvikan framhaldandi verður eitt vártiltak.

Í ár verður Mentanarvikan í døgunum frá 22. til 28. apríl. Fyrireikarnir eru sera spentir og gleða seg til eina góða og innihaldsríka Mentanarviku har søga og samtíð, tónleikur og list, og kjak og upplivingar av alskyns slag renna saman við Flaggdagshaldi og tilboðum frá áhugaverda og umfatandi handilslívinum. 
Mentanarvikan verður aftur í ár sjónlig í allar kommununi. Í næstum verður avdúka hvørji tónleikanøvn og tiltøk verða í kommununi.

Meira kunning fæst á visitrunavik.fo og á facebooksíðuni “Mentanarvikan í Runavíkar kommunu”.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum