Lýsing
Lýsing
Lýsing

Keisarin er nakin

SKRIVAÐ: Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin  |  10.04.2019 - 12:07 Politikkur Tíðindaskriv

Samgongan og KVF røða upp í saman um eina nýskipan av fiskivinnuni, sum er sett í verk - tað má sigast at vera størsta “fake news” í nýggjari føroyskari politiskari søgu.

Eg kann vísa á nøkur grundleggjandi mál, sum ikki eru tikin við í hesa sokallaðu nýskipanina av fiskivinnuni:

 

·         Umsitingarætlan ella veiðireglur eru ikki gjørdar

·         Kvotuskipan er ikki sett í verk fyri heimaflotan

·         Skipan við áseting av tilfeingisgjøldum er ikki gjørd

 

Harafturat endaði uppboðssølu kravið á 15% í mun til ætlanina um 100%.

Hvat viðvíkur ognarrættinum av sjófeinginum til Føroya fólk, ja so varð hesin ivin staðfestur longu í 2007, av einum samdum Løgtingi.


Botnfiskiskapurin undir Føroyum hevur verið skipaður eftir fiskidagaskipanini heilt frá 1996.

 

Eisini kunnu vit staðfesta, at menningarkvoturnar vórðu 90% ófiskaðar í 2018, svarandi til eitt mist virði uppá umleið 200 mió. kr.

 

Heilt erligt, hvussu kann mann billa fólki inn, at samgongan hevur framt eina vælvirkandi nýskipan av fiskivinnuni í Føroyum.

Hetta við nýskipan av fiskivinnuni er tí beinleiðis pínligt at hoyra uppá.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum