Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Enn hava tey ikki fingið lívið av honum!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  20.04.2019 - 09:33 Bloggur Mentan

Í mong ár høvdu danskir fjølmiðla um høgtíðirnar, og kanska serliga DR, úr at gera við at taka lívið av Jesusi. Tey savnaðu allar góðar kreftir, ið vistu at siga, at vitnisburðurin í Nýggja Testamenti als ikki er álítandi, og at kristna vónin tí er følsk. Nú tykjast hesar røddirnar at vera heldur mildari – tað eydnaðist kortini ikki heilt at taka lívið av Jesusi.  Hann livir í ”bedste velgående” so ella so.

Man kann siga, at tey kristnu hava ikki einkarrætt uppá Jesus – sum so, er hann felags ogn hjá øllum vesturheiminum, ja, hjá øllum teimum, ið hava hoyrt um hann. Og tí vera meiningarnar um hann mangar. Tað eru tey, ið kalla hann Guð, ella sonur Guðs, onnur siga at hann var ein stórur vísmaður – millum teir størstu, men onki annað!

Elsti vitnisburðurin um hin upprisna Jesus stavar frá Paulusi, frá einari væl dokumenteraðari  hending, ið fór framm stutt eftir fyrstu kristnu páskirnar, Paulus hevur sjálvur fest hendingina á blað umleið tjúgu ár seinnri, og veit hann tá at siga, at fleiri enn vóru á lívi, sum eisini høvdu hitt ella uppliva hendan sama upprisna Jesus.

Paulus nevnir aldrin eina tóma grøv, men hann var heilt sannførdur um, at hann á vegnum til Damaskus hitti Jesus persónliga, nakað eftir at Jesus var deyður. Vit fáa ikki at vita nágreiniliga júst hvat ið fór framm, men bara at Paulus hevði eitt mystiskt upplivilsi, ella at ein hending av einari aðrari verð fór framm, sum sannførdi Paulus um at hann veruliga hevði hitt erkafígginda sín Jesus.

Sjálvt um vit hava ein skrivligan vitnisburð um ta hendingina vit kalla Jesu uppreisn so stutt eftir at hendingin fór framm, so eru tey kortini mong, ið ikki lata seg sannføra av hesum vitnisburðinum – tey siga, at talan er um illusiónir, um fantasifostur. Kanska var Paulus í ørviti tá hann sá hesa sjónina.  Tey, sum hugsa soleiðis, hava sjálvandi rætt til at hava sína meining.

Men, uttan mun til hvat vit annars hugsa um hinar fyrstu kristnu páskirnar – um vit halda at hann er umbroyttur ella risin, ella um vit halda at hann hvílur í onkrari grøv í gamla Ísrael, so koma vit ikki uttan um, at hann kortini livir í beste velgående; at hann tykist enn at vera líka so aktuellur, sum hann var tá; at fyri milliónum av menniskjum er hann enn ein livandi veruleiki  - so ella so! Og at tað fyribils ongi tekin eru um, at tað fer at eydnast at jarða hann með alla!

Paulus helt seg hava uppliva eitt undur á vegnum til Damaskusar – neyvan mundi hann gruna, hvussu stórt undrið veruliga var, at hendingin fór at verða umrødd tvey túsund ár seinni. Og uttan mun til um tú trýrt at hann er risin ella ei, so er tað í sær sjálvur eitt undur, at tvey ella trý ár í lívinum hjá einum fatøkum ókendum handverkara í einum avkróki av heiminum, skulu blíva grundarlagið undir einari heilari sivilisatión, og grundarlagið undir lívsvónini hjá milliardum av menniskjum gjøgnum øldirnar.

Ongin annar fátækur brotsmaður hevur fingið eina slíka lagnu. Eisini í hesum liggur ein uppreisnar megi – ella kalla tað hvat tú vilt! Hin sjálv-upp-offrandi kærleikin, ið bleiv sjónligur á krossinum langafríggjadag, og sum bleiv tilverunnar grundlóg páskamorgum, er eisini háaktuellur í dag, nú vit eru um at kvala knøttin í ovurnýtslu, og ræna barnabørnunum okkara frammtíð teirra.

Risin ella ikki risin?  Hann er kortini sprell livandi beint nú, her og um allan heimin. Ella, sum Dag Hammerskiöld segði á sinni: ”Tað einasta ið kann bjarga heiminum er krossur Kristusar!” Ongin rættsiktaður kann avnokta kærleikan, næstakærleikan, hin sjálvuppoffrandi kærleikan – Kristi kross - sum tilverunnar grundlóg og einastu vón!

 

Gleðiligar páskir!

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…