Abbin græt í Ísrael
Átakið uppi á Klakki, har útlendingar saman við føroyingum hava arbeitt við eini gøtu á Hálsi og niðan á Klakk hevur gingið sera væl hesar báðar dagarnar, sigur Hans Hjalti Skaale, býargartnari nú tiltakið hjá Visit Faroe Islands er liðugt.
Eg var settur av Klaksvíkar Kommunu at stíðla fyri hesum átakinum saman við Oliviu Døgg Fríðfinnsdóttir frá Norðoya Kunningarstovu. Vit bæði hava lagt eitt stórt arbeiði í fyrireikingarnar til at standa fyri hesum bólkinum av sjálvbodnum fólki, sum kom úr mongum longum, úr ymiskum samfelagsløgum og ikki minst alt handan slag av fakfólki og ikki fákfólki. Vit bæði Olivia hava lagt eitt stórt arbeiði í logistik, innkeyp, planlegging og ymiskt annað.
Málsetningurin hjá okkum var at røkka um ein triðing av teininum niðan á Klakk. Nú tiltakið steðgar, mangla vit einar 50 metrar í á náa okkara málsetningi.
Men hetta hevur verið ein ótrúlig uppliging. Vit fingu 15 útlendingar av teim 110 sum komu til Føroya. Teir blivu deildir út á 10 ymisk støð í Føroyum.
Men vit upplivdu eisini tað positiva, at føroyingar eisini meldaðu seg til sum sjálvbodnir. Tað hevði við sær, at vit mundu vera um 20 til samans báðar dagarnar.
Lagið var gott og hesi, su komu úr Finlandi, Onglandi, Lithava, Ísrael, Ungarn, Meksiko, Svøríki, Noregi og ymsa staðni, guldu sjálvi sín ferðaseðil til og úr Føroyum, men fingu frítt kost og logi ímóti at arbeiða tvær ferðir 8 tímar.
Eg havi bara fingið positivar afturmeldingar frá teimum og fleir hava sagt, at tey gjarna vildu koma aftur okkurt annað árið.
Ein fitt søga kom burturúr eisini
Í gjárkvøldið, tá vit vóru í Nólsoyar Páls Garðinum og fingu at eta, hevði eg sjálvandi gittaran við. Og sum mær líkt, so hevði eg kopierað nakrar sangir. Í míni tíð í fólkaskúlanum í Klaksvík, gjørdi flokkurin hjá mær ein túr til Ísraels við Hanus Bærentsen og Jóhan Hendriksen. Tá lærdu vit okkum ein Ísraelskan sang. Eg dugdi hann framvegis uttanat, so eg valdi at syngja hann har. Ein ungur ísraelittur var eisini við hetta kvøldið, og hann filmaði alla tíðina ímeðan sangurin var sungin.
Í dag segði hann mær, at hann var sera glaður fyri sangin. Eg sendið hann til foreldur míni og tey søgdu mær, at tey høvdu spælt hann fyri abba har í Ísrael og at abbi var so rørdur, at hann sat og græt ímeðan hann lurtaði.
Jú, sigur Hans Hjalti vit eru nú í Havn og siga farvæl. Hetta hevur verið ein uppliving av teim heilt stóru.