Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Rýkur Símun Júst nú eisini?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  04.05.2019 - 13:52 Bloggur Mentan

Tað frættist um frummskógartrummuna, at Klaksvíkar Kommuna hevur ognað sær húsini hjá Símun Júst (reyða húsið við samankomingina Garðabrekkan/Stangarvegur), í samband við breiðkanina av Stangarvegnum. Onki ilt um tað!  Tað er í tøkum tína at okkurt verður gjørt við hesa ótíðarhóskandi, nógv troyttu ferðsluæðrina – ein hin mest nýtta innanbíggja í Føroyum.

Herfyri bleiv heitt á undirritaða um at skriva undir eina áheitan á Klaksvíkar Býráð um at varðveita smiðjuna Ídni.  Eg gjørdi onki við málið, hóast eg onki havi ímóti at Ídni verður varðveitt, tí eg havi aldrin verið inni á hesum virkinum, og kenni tað bara frá góðum umrøðum sum pápi mín, ið var skipasmiðjur og bygdi bátar, hevði um virkið.

Í mínum egna grannalag er eisini ein gomul smiðja – Samsonnar Smiðja kallaðu vit hana – sum helst er líka gomul sum Ídni, og eins upprunalig. Skal hendan smiðjan varðveitast, ella falla fyri einari vegvíðkan?  Nú grovsmiðjan á Stórubeding er horvin er tað uttan iva hóskandi at Klaksvíkin varðveitir eina essu og eina gamla smiðju. Men, sum tey siga, alt kostar pengar, og Klaksvíkin er ikki júst kend fyri at varðveita tað gamla. Heldur hin vegin – heilir býlingar eru rivnir niður, uttan at nakar hevur mukkað!

Tað eru tíbetur kreftir í Klaksvík nu, sum tykjast at vera vaknaðar og ynskja at varðveita nakað av tí gamla arvinum. Men, í Føroyum er tað, sum allar aðrastaðnis eisini soleiðis, at tað eru ikki altíð tey skilabestu, ið lurtað verður eftir, men at tað eru tey, ið rópa harðast og eru frekast, ið fáa sín vilja.

Tí er tað alneyðugt, at onkrar objektivar kreftir sleppa frammat, sum kunnu sálda í øllum uppskotunum um at varðveita gamlar bygningar og lutir. Hvat er veruliga partur av søguni, siðaarvinum og menningini av Klaksvík/Norðuroyggjum. Sáldar ongin, so kunnu vit lættliga drukna í fornminnum, sum ongin megnar at røkja – ella, ganga klaksvíkingar við so himmalvendum eygum, at teir ikki síggja og virða jørðina og arvin teir ganga á?

Og so koma vit aftur til Símun Júst tuflumakaran. Húsini hjá grannunum Fjallheim og Kristiannu eru longu farin – og gamla arbeiðaraheimið hjá Símum Jùst man eisini vera á veg til somu lagnu. Ongin dadlar kommuna fyri at tey gera nakað við handan vegateinin, tað er hart til trongt. Samankomingin Stangarvegur/Garðabrekkan er ein deyðsfella og aldeilis ótíðarhóskandi.

Men, eg minnist eisini tá hjallurin hjá Símin Júst stóð norðanfyri Garðabrekkuna, og bleiv fluttur suðurum brekkuna í heilum líki á eina ný stoypta grund – slíkt bar til fyri trýss árum síðani.  Og slíkt ber enn til í Havn! Har flyta tey gomul hús á nýggja grund!

Eg veit at tað er dýrt at flyta eini hús (tað er tó ikki ókent í Klaksvík!), og eg veit ikki um ognin við samankomingina Stangarvegur/Garðabrekkan eru í nóg góðum standi til at verða flutt. Her er jú bara talan um eina upprunaliga veggjakroysu, men eisini um eini allmúguhús frá eini farnari tíð – tað eru ikki mong av slagnum eftir í Klaksvík!

Alt kann ikki verða varðveitt, og skal ikki varðveitast bara tí at onkur rópar hart. Tað skal eitt ávíst søguligt og mentanarligt Sitz im Leben til – men, syrgiligt verður tað kortini, um alt tað gamla rýkur. Tí nýtt gamalt er ikki heilt tað sama, sum gamalt gamalt. Bara tað upprunaliga andar av søgu og samleika.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund