Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lambasprænur?

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.05.2019 - 12:15 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár var Norðlýsið í Kalsoynni við myndatólinum. Endamálið var ein grein til prentaða blaðið í komandi viku.

Nakrar myndir frá túrinum koma helst eisini út her á heimasíðuni seinni, men fyribils eru nakrar her. Millum aðrar mynd av músabróðri, um hvønn Mikkjal á Ryggi segði í fuglabókini, at bøgan verpir 6-8 egg, eftir 13 døgum eru ungarnir útkomnir. Oftast klekja teir gomlu tá aftur aðru ferð. Og so syngur hann fagrast av øllum Føroya fuglum. - Mangur hevur roynt at ala hann, men í búri livir hann ikki. Kuldin sýnist ikki at rína á honum. Í tættasta kavaroki, tá ið hinir fuglarnir kúra og krógva seg, tá hoppar hann líka fúsur og bragdligur millum holurnar. Og so skjótt hann kennir ein linna í rokinum, sker hann í at syngja, so glaðiliga, at fólk lívast upp og fær kenslu av sól og várlýkku, leggur Mikkjal  Á Ryggi afturat í Fuglabók síni.

Kalda høgættin hevur steðgað blómu og grasvøkstrinum eina stund, men veðurmenninir spáa líggjari vegur um fáar dagar. Lombini sum síggja dagsins ljós í hesum døgum hava fingið eina heldur harða móttøku, í hvussu so er, har ærnar liggja úti í fjarskotnum haga.

Nakrar nýggjar myndir av Kópakonuni eru sjálvandi eisini við:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…