What’s On: Yvirlit yvir øll tiltøk í Føroyum
What's On er nýggj tænasta frá tænasta frá Visit Faroe Islands, ið savnar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu.
Stigtakarnir siga soleiðis í fráboðan:
Vilt tú vita hvat, nær og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo.
What’s On samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt at fáa yvirlit yvir, hvat hendir. Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað.
Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið hendir, hvar í landinum tað hendir ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til.
Kunningin finst á føroyskum og enskum.
Frá Visit Norðoy viðmæla tey fólki at brúka tænastuna. Mimmy, starvsfólk á Visit Norðoy, sigur soleiðis:
“Tað er so nemt. Vilt tú vita hvat sker, nær og hvar, far á whatson.fo. Tað er nemt at brúka fyri allar partar, eisini tey ið fyriskipa. Visit Norðoy heitir á fólk um at leggja tiltøk inn. Øll eru annars eisini vælkomin at seta seg í samband við whatson@klaksvik.fo, við spurningum ella ivamálum um hvussu ið ein leggur tiltøk út”.
Víðari sigur Mimmy, at tey á VisitNorðoy fegnast um nýggju tænastuna. Tey halda eisini, at hetta kann hjálpa teimum minnu økjunum at gerast meiri sjónlig.
Skráset títt egna tiltak
Ein og hvør kann skráseta eitt tiltak á What’s On. Skipanina er sera einføld, løtt at brúka og ókeypis.
Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góðkennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki.
Fleiri hundrað tiltøk (events) og fleiri enn 400 støð (places) eru longu nú skrásett á What’s On.
What’s On er ein sjálvstøðug síða, sum verður at finna á síðum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands. Nógvir útlendingar nýta longu What’s On at finna fram til, hvat hendir í Føroyum. Við tað, at kunningin eisini er at finna á føroyskum, verður lagt upp til, at føroyingar eisini fáa høvi at nýta síðuna.
Hug at finna útav hvat hendir í vikuskiftinum? Vitja What’s On!
Hug at skráseta títt tiltak? Vitja What’s On > Skráset tiltak!