Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tunlarnir norð um fjall ”fylla” 10 ár í dag

SKRIVAÐ: Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin  |  13.05.2019 - 15:17 Politikkur Tíðindi

Dagurin í dag 13. mai er søguligur. Júst henda dagin, fyri 10 árum síðan, samtykti Føroya Løgting við stórum meiriluta, at farast skuldi undir at gera nýggjar tunlar norð um Fjall. Vandin við øktu ferðsluni var í 2009 vorðin so stórur, at løgtingið ásannaði, at nú mátti nakað gerast við lívshættisligu farleiðina.

Lógin frá 2009 er ontantíð avtikin, so formliga stendur hon vil makt. Men tunlarnir eru ongantíð komnir, hóast tingsamtyktin í dag fyllir 10 ár.

Hesi 10 árini er ferðslan norð um fjall økt 80%. Vegabreiddin er tann sama. 280 cm! Tað ber ikki til at hava trygdarvenjingar í hesum tunlum, av tí at tað er ov vandamikið. Trygdarvenjingar hevur mann bara í tunlum, har høgt er til loft og vítt til veggja. Trongar deyðsfellur skulu bara tigast í hel. Vandaleiðin norð um fjall hevði ikki fingið loyvi at staðið sum ein landaskomm, um deyðsfellurnar lógu nærri Tinganesi.

Tvær ferðir í hesum valskeiði hevur sitandi samgonga, ella núverandi minniluti, felt uppskot um at fremja 10 ára gomlu løgtingssamtyktina. Í mun til fólkatalið er tað neyvan nakað øki í landinum, sum hevur givið landshúsarhaldinum størri íkast, enn økið norðan fjall. Her verður serliga hugsað um sjógv- og smoltaling ið hevur skapt útflutningsvirði fyri milliardir. Nógva vinnuliga virksemi setur stór krøv til fólka- og farmaflutning. Men frá Tinganesi eru ongar sømdir at hóma. 

Men nú er tað margháttliga kortini hent, at samgongan hevur avsett 1,5 mió í fígjarlógini fyri 2019, til nýggjar tunlar norð um fjall. Men komandi ár er tað aftur ”business as usual”. Játtanin í 2020 er aftur 0!!!  At landsstýrið hevur valt at avseta 1,5 mió í 2019 hevur eina einfalda orsøk. Valár! Mann samgongan veruliga halda, at fólkið norðan Fjall er so tápuligt, at tey taka ímóti eini narrisuttu uppá 1,5 mió. Sjálvur trúgvi eg heldur ikki, at ein einasta króna av avsetingini uppá 1,5 mió kr. verður brúkt í ár. Talið á fíggjarlógini er bara pynt og valflesk.

Einki land, sum vit ynskja at samanbera okkum við, hevði útsett sínar borgarar fyri slíkum ferðsluvanda sum vit dagliga uppliva norðan fjall. Og nú stendur aftur eitt summar fyri durum, har hópur av ferðafólki við leigubilum fara inn í tunlarnar. Í myrku, vátu og trongu tunlunum seta skelkaðu gestirnir ferðina niður í 20 km/t. Fleiri ferðsluproppar standast av, at skakaðir gestir koyra lítið skjótari enn eitt líkfylgi. Men hetta tykist ikki at nerva løgmann ella landsstýrið.

Í hesum døgum eru annars fýra ár liðin síðani tunnilin til Viðareiðis var sprongdur ígjøgnum. Stutt eftir tók nýggja samgongan við. Men henda samgongan hevur snøgt sagt ikki borað ein centimetur av tunli hóast bilatalið í landinum er methøgt. Samgongan hevur tilvitað drálað við hvalbiartunlinum og seinkað hesa verkætlan óneyðugt eini 3 ár.

Síðani føroyingar byrjaðu at bora tunlar fyri umleið 60 árum síðan, hevur einki landsstýrið framt eitt lakari tunnilsavrik enn sitandi samgonga. Men eingin samgonga hevur tosað meira um tunlar enn núverandi.

Tað er eingin her á landi ið heldur, at 1,5 mió kr. munar til gerð av nýggjum tunlum norð um fjall. Men eg trúgvi, at tunlarnir kunnu gerast bíligari, enn eykarokningarnar á Glasir.

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund