Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Um at seta føtur undir egið borð

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  14.05.2019 - 14:13 Bloggur Mentan

Konservativar kreftir halda ikki at tað er brúk fyri leigubústøðum í Føroyum – fólk skulu sjálvi syrgja fyri at fáa sær tak yvir høvdið. Men, er hettar ikki tekin um eina avoldaða samfelagshugsan? Eigur eitt frammkomið land ikki at hava so nógv bústaðartilboð, sum gjørligt? Ella, munnu lánistovnarnir glaðbeintir bjóða nýútbúnum ella støkum ungum fólkum, við lestraskuld ella uttan uppsparing, milliónir í láni?

Vit, sum  eru nóg gomul, minnast tá fólk bygdu sær ein betongkassa, løgdu tak á og innrættaðu sær ein køk, eitt wc og eitt sovikamar, og kolkomfýrurin var einasti hiti. Restin av húsinum bleiv so  innrættað, so við og við, so hvørt peningur var til tess – mangan við hjálp frá vinum og kenningum. Úrslitið av hesum byggiháttinum var, at skuldin bleiv ikki ovurstór – onkrir sjómenn áttu enntá fyri húsin, so hvørt tey blivu innrættaði.

Soleiðis er støðan ikki í dag, nu skulu húsini helst vera heilt liðug, áðrenn tað seinasta av láninum verður útgoldið. Krøvini til húsabygging eru nógv størri enn tey vóru, og í flestu førum verður alt arbeiði gjørt av professionellum handverkarum, grundstykkini eru dýr og arbeiðslønin høg. Av somu orsøkum verða krøvini til fígging heilt ørvísi, enn í teimum góðu gomlu døgunum, sum tær konservativu kreftirnar droyma um, tá fólk flest settu føtur undir egið borð.

Nýggjar tíðir bera við sær nýggjar lívsháttir, og í londunum kring okkum, eru tey mong, sum ikki ynskja at seta føtur undir egið borð, í týdninginum, at keypa sær fasta ogn, og skuldarbinda seg fyri lívið. Summi minnast tær ringu tíðirnar í áttati og nítiárunum, tá mong sótu sum fangar við skuld í ognum, ongin vildi keypa. Onnur ynskja at hava frælsi til at flyta hagar bestu størvini eru at fáa, uttan at vera bundin av at keypa ella selja fasta ogn.

Fólk innan vinnulívið sita nú sjaldan í sama starvi í longri tíðarskeið.  Og tað eru boð allastaðni eftir teimum, ið hava evnir og vilja nakað.  Um føroyska vinnulívið ikki skal gerast ein drumbur ella eftirbátur, so noyðist samfelagið eisini at hugsa um hesi fólkini, ið ferðast fyri at menna seg sjálvan, og sum tí kunnu gagna eini framtíðar vinnu. Tað sama er galdandi innan heilsuverkið eisini, og vónandi somuleiðis innan almennu umsitingina. Í londunum kring okkum, eru mong av hesum fólkunum ikki til reiðar at byrja sítt arbeiðslív við at seta seg í stóra skuld í fastari ogn, men vilja hava frælsi til at koma og fara, inntil tey hava funnið sína røttu rók.

Spurningurin um íbúðarbygging í Føroyum, er eisini ein spurningur um samfelagið sær tey ungu sum eitt virðismikið tilfeingi, sum tað er vert at gera íløgur í, ella um tey ungu bara skulu sigla sín egna sjógv. Húðaskógva-heimspekin, ið sigur: Soleiðis var tað fyrr! Er ikki altíð ein góð íløga í frammtíðina. Teir góðum gomlu dagarnir við betongkøssum, einum køki, kolkomfýri og wc eru farnir. Skulu Føroyar vera við í framtiðar menningini, noyðast Føroyar eisini at vera við í einari fjølbroyttari bústaðarmenning!

So er tað sjálvandi spurningurin um  tað almenna skal byggja íbúðir, ella um um privata vinnan skal taka sær av hesum – tað er so ein politisk avgerð.  Tað sum tað alamenna kann gera, er so í fyrstu syftu, at gera teir løgfrøðisligu og fíggjarligu karmarnar fyri slíkari bygging, og rakstur av slíkum bygningum, so góðar sum møguligt.  Tá er komi væl áleiðis!

Í londunum kring okkum hevur tað tykist nærmast ómøguligt at byggja bíligar leiguíbúðir.  Hví tað er so, mugu onnur enn eg svarða uppá. Men, her í Danmark tykist tað, at alt ov mangar av nýggju íbúðunum eru bygdar til luksus endan av marknaðinum, og tí standa mangar av teimum tómar – ongin hevur ráð til at flyta inn.

Allar íbúðir eiga sjálvandi at hava eitt ávíst og sámiligt góðskustøði.  Men, uttan at vilja gera mun á menniskjum, so kundi tað onkursvegna – eg veit ikki hvussu – verið munur á íbúðum ætlaðar teimum, ið leiga fyri fyrstu ferð, og bara skulu nýta íbúðina sum løðarstein til annan bústað, og so íbúðir til teirra, ið hava størri tørv, ella ætla at støðga eitt longri bil.

Húðaskógva heimshugsjónin um føtur undir egið borð eigur helst at fáa eina nýtulking, har føtur undir egið borð merkir, at vit eru til reiðar at gjalda fyri okkum meðan vit eru her, og inntil vit fara víðari.

Tey ungu eru ikki heilt søguleys – tey minnast, ella hava hoyrt um, tá fastognir í Føroyum gjørdust virðisleysar eftir einum degi, og tey hava eisini lisið um, ”góðu gomlu dagarnar” tá lánsrentan lá upp ímóti tjúgu prosentum!

 

 

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin