Atlantic Fair fyrilestur kl. 15:00: ”Vinnan skal trívast í Klaksvíkar Kommunu”
Fyrilestur kl. 16:00: ”Hví ikki byggja skip í Føroyum við føroyskum fyritøkum”
- Trivnaðurin í Klaksvíkar Kommunu byggir í stóran mun á herarnar hjá teimum framskygdu vinnulívsfólkunum, sum hava verið í kommununi. Seinastu nógv árini hevur kommunan so vítt gjørligt roynt at vera ein aktivur viðleikari við at skapa hóskandi karmar. Hetta er eisini málið í framtíðini. Eirikir í Jákupstovu, Vinnu- og mentanarstjóri hevur fyrsta fyrilesturin á Atlantic Fair
Fyrilestur kl. 16:00: ”Hví ikki byggja skip í Føroyum við føroyskum fyritøkum”
- Seinastu árini hava okkara grannalond bygt ein hóp av skipum. – Komandi árini skulu føroyingar hava fleiri nýggj skip. Hvørjir møguleikar og forðingar eru fyri at hesi verða smíðað í Føroyum av føroyskum fyritøkum?
- Frimodt Rasmussen og Sofus Gregersen, Klaksvíkar Sleipistøð hava fyrilestur.