Lýsing
Lýsing
Lýsing

KRINGVARP FØROYA valdi kioskina á  Vaglinum og frávaldu altjóða vinnumessuna í Klaksvík

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  22.05.2019 - 08:35 Politikkur Tíðindi

Hóast tað var sera jaligt at upplivað fagnaðin í høvuðsstaðnum í Degi og Viku gjárkvøldi tá kioskin á Vaglinum lat upp aftur, kundu vit bara enn einaferð staðfesta at tað sum hendir uttan fyri molan í Havn, hevur sera lítlan áhugað hjá almenna Kringvarpinum.

Vit á Norðlýsinum verða mangan skuldsettir fyri at verða alt ov lokalir, men tað skullu vit verða. Trupuleikin er bara at Kringvarp Føroya, sum allir føroyingar eru noyddir at gjalda til, er nógv lokalari enn vit eru.

Í gjár lat stórsligin altjóða vinnustevnan, Atlantic Fair upp í Klaksvík, men enn hevur Kringvarp Føroya ikki nevnt messuna við einum orðið.

Tað sigur ikki so lítið um tey ið stjórna stovninum at man heldur velur at prime-time-news er at vísa poitikarar sum eru uppstillaðir standa, standa í kø at kyssa ein fyrrverandi kioskeigara í Havn, samstundis sum man fullkomiliga ignorerar at Føroya Løgmaður setur størstu altjóða vinnumessuna í Klaksvík, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.

Vit fegnast sjálvandi um at kioskin á Vaglinum hevur fingið eitt ansigtslyft, men vit mugu bara staðfesta: ”Out of sight – out of mind!”

Framhaldsøgan um Kioskina á Vaglinum, sum aftur er í KVF í morgun, men larmandi tøgnin í KVF um flottu altjóða messuna í Klaksvík har vinnufyritøkur úr útlondum saman við føroyskum vinnufyritøkum vísa fram tað besta og nýggjasta sum er á marknaðinum - sigur alt um KVF. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum