A fyri Andrass og B fyri bóndan
Áðrenn langt um líður skal ríkisfelagsskapurin á fólkatingsval. Veljararnir skulu taka støðu eftir síni bestu sannføring, hvør umboðar seg best. Útboðið er stórt og av valevnum við ymiskum boðskapi og vónum. Hesa ferð fer umrøðan av globalu veðurlagsupphitingini at vera nakað, sum allir partar meir og minni fara at taka støðu til í síni valskrá, tí hetta er eitt heitt evni við grundgevingum, ið politikararar eru noyddir at taka støðu til ongantíð ov skjótt.
So eru tað tey ólukkuligu flóttarfólkini og teirra ómenniskjansligu mannakor, ið tey, sum bjóða seg fram, hava so ymisk boð uppá. Føroyingar klára ikki at fótað sær sjálvum, hvussu kunnu vit so taka hond um onnur ? Vit hava ikki havt tað áræði, sum skal til at taka okkum av okkara egna landi uttan at fáa fíggjarligan ágóða úr Danmark. Nakað, sum kanska kann setast í samband við hetta er, hvussu skirvisligt og sárbært okkara oyggjaland er. Tað er so avmarkað, hvat hesir klettarnir tola. Vit síggja oftari og oftari skriðulop og máan úr bergi og fjøllum. Avfallsnøgdin úr hæddunum, ið skolar eyr og sand oman í sjóvarmálan er ovurstór. Man kann ikki annað enn gera sær tankar um, at okkara alføgru oyggjar ikki orka at fevna um alt, ið hjørtuni halda, at tey klára.
Fyribrigdi úti í fjøllum og haga hava seinastu árini peika á, at nógv úr fjøllunum skolar oman og legst sum sediment og køvir og útarmar grasvøkstur, ið so umráðandi er fyri seyðin, ið bæði er yndaður og hartaður, tí hann er til ampa í ferðsluni. Hetta hava røktingarmenn kring landið havt frammi fleiri ferð. Hugsa vit so um ferðafólk, ið ferðast úti í okkara kørgu og viðkvomu natúr, skilja vit boðskapin, at vit mugu taka nógv størri fyrilit.
Í sanginum hjá Fríðriki Petersen í 1877, yrktur í góðum veitslulag og samanhaldi í føroyingafelagsveitslu í Keypmannahavn, kemur hann við hesum reglunum í 4. ørindi: “Mítt føðiland tað fátækt er, eg veit tað væl, ei gullsand áin við sær ber um fjalladal, men meðan líðin elur seyð og havið fisk, so fæst við Guds hjálp dagligt breyð á føroyings disk ...” Hvørt ørindi tekur saman um við niðurlagnum: “Gud signi mítt føðiland Føroyar.” Hetta er yrkt, tá Fríðrikur próstur var ramur sjálvstýrismaður, og tá norðurlendingar í hópavís emigreraðu til Amerika fyri at fara í áirnar har yviri at finna gull og byggja sær upp eina hampatilveru. Føroyingar eisini. Tað sipar hetta ørindið kanska til. Ein eitt sindur misvísandi sangur hjá próstinum, tá hann í triðja ørindi sigur “tá bát at temja gaman er við stýrisvøl”. Nevnir frammanundan um storm og um bylgjurnar, sum rúka avstað sum skjótasta hind, og um brimið, sum stórar klettar ber langt upp á møl. Skilji so væl, at hesin varð avtikin sum okkara tjóðsangur. Slíkt óunniligt var ikki gaman í okkara landi - at temja bát móti øgiligu natúrorkuni í Norðuratlantshavi. So mikið vita vit.
Ja, veljið nú. Gloymi ikki, at einaferð var eitt val til fólkatingið. Nú er langt síðani, men tað vóru bara tveir flokkar at velja í tá, - samband og sjálvstýri. Gomul kona kemur á valstaðið í altarsklæðum og skal velja. Hon er eitt sindur óhjálpin, settir prukkuna frá sær og fær valseðilin frá eftirlitsmanninum. Hetta var maður, hon var abbasystir til.
“Eg síggi so illa”, sigur hon og hyggur uppá skyldmannin, ið hevur eftirlitið á valstaðnum. “Hjálpir tú mær ?”
“Gjarna”, sigur hann.
“Ætli mær at velja Andras”, sigur hon.
“So einfalt hjá tær, tí A stendur fyri Andrass og B fyri bóndan”, segði abbasystrakúllurin.
Hon fór so beint inn og setti X við A.