Lýsing
Lýsing

Góðu fyrstuferðsveljarar: Ansið eftir fake-news í valstríðinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.06.2019 - 10:53 Politikkur Tíðindaskriv

Fólkatingsvalið nærkast og sum ikki einaferð, verður valstríðið minni og minni sakligt. Tað tykist vera ein greiður samanhangur millum dagar til valið og minkandi sakligheit. Nýggjasta filmsbrotið hjá Tjóðveldisflokkinum hevur fingið okkum báðar - úr tveimum ymiskum flokkum - til at ressast og koma við einari rættleiðing.

“Tú kanst velja millum ein av sambandsflokkunum, sum vilja at Lars Løkke og Pia Kjærsgaard skulu bestemma í Føroyum - ella tú kanst velja Tjóðveldi,” er boðskapurin í filmsbrotinum.

Lat okkum við hesum sláa fast, at hóast loysing ikki er nakað aðalmál hjá okkara flokkum, so taka vit fulla frástøðu frá hesum uppáhaldi hjá Tjóðveldinum. Bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vilja, at føroyingar skulu ráða í Føroyum.

Tað er ikki rætt at leggja okkum undir nakað annað. Tvørturímóti vilja báðir okkara flokkar, at Føroyar skulu fáa fleiri heimildir og størri rásarúm á uttanríkispolitiska økinum - hetta stendur beinleiðis í okkara valskráum. Veruleikin er tann, at  Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava verið við til at fremja fleiri yvirtøkur av málsøkjum enn Tjóðveldi. Vit vilja eisini føroyskt sjálvræði, men tað er skeivt at savna tjóðina við at spjaða hana.

Tað stendur eisini greitt í okkara valskráum, at vit vilja til eina og hvørja tíð virða tær avgerðir, føroyska landsstýrið tekur. Tí tað er í Føroyum, at okkara lógir skulu gerast. Vit ætla okkum heldur ikki at leggja okkum út í danskar stjórnarsamráðingar. Allar samráðingar millum Føroyar og Danmark skulu gjøgnum føroyska landsstýrið við fólkaræðisligum meiriluta aftanfyri seg.

Orsøkin til at vit báðar, sum annars eru ósamdar á nógvum økjum, nú seta okkum saman, er,at vit eru troyttar av mongu villeiðingunum, sum flokkarnir sjálvir bera fram so tætt undan valinum. Eitt sterkt fólkaræði byggir á upplýsing - ikki ósannindi. Í hesum “fake news”-tíðum, er tað meiri umráðandi enn nakrantíð, at politiskir flokkar og valevni, ikki venda sannleikan á ranguna ella snara veruleikan til nakað, hann ikki er - sjálvt um tað er valstríð.

Okkara áheitan er tí: latið okkum halda hesar seinastu dagarnir av valstríði sakligar og virðiligar. Gera vit ikki tað, er tað fólkaræðið, ið er taparin.

 

Barbara Gaardlykke Apol, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Anna Falkenberg, løgtingsvalevni fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aftur á slóðina
Sjálvstýri: 600-700 fólk til familjutilt…
68%
Javnaðar­flokku­rin: Valkafé í Spania­stovu
Tað demensvinarliga samfelagið – ella hv…
Líðhamar roktúr í dag
Enn ein lítil fitt søga
Hendan lands­stýrissamgongan hevur gjørt…
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…
Sigoynarin
Rólant og Martin nógv at gera
KÍ kvinnur­nar nærkast FM-heitinum
Jørðin kallar Framsókn
FM: Maria vann 5 gull og Einar 2 gull
Beinleiðisfrísparki og føroyska fótbólts…
Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú…