Lýsing
Lýsing

Samríkjaflokkar og fake news

SKRIVAÐ: Hervør Pálsdóttir, valevni hjá Tjóðveldi  |  04.06.2019 - 11:06 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er gleðiligt, at umboð fyri Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin siga seg vilja taka størri fet á sjálvbjargnisleið. Vit gera tað fegin saman við tykkum! Men at hoyra hesar flokkar rópa ”fake news” er ikki sørt margháttiligt. Hetta er ikki fake news, hetta er old news.

 

 

 

 

”Sonur mín peikaði á eina valplakat hjá Tjóðveldi og spurdi, hvat flokkurin stendur fyri. Eg greiddi frá, at flokkurin vil loysa frá Danmark. – Hví vilja tey tað? Spyr hann. Stutta svarið í barnahædd, ið eg fann varð – Tað er tí tey halda, vit hava tað so ringt í Føroyum!”.

Hatta er eitt brot frá seinasta blaðnum hjá Javnaðarflokkinum, sum kom út herfyri.

Orsøkin til, at eg nevni hetta er, at Barbara Gaardlykke Apol og Anna Falkenberg, tvær dugnaligar ungar kvinnur, sum bjóða seg fram fyri ávikavist Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, mótmæla tí sjónbandi, sum Unga Tjóðveldið legði út í gjár. Okkara sjónband er ein heilsan til fyrstuferðsveljarar, sum hava fingið pakka frá danska Fólkatinginum. Okkara sjónband lýsti ymiskt viðkomandi, um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, sum ikki komu fram í pakkanum úr Danmark.

Tað er fínasta slag, at vit eru politiskt ósamd. Men at leggja hvønn annan undir ”fake news” er at taka tað ov langt. Og er tað nakar, sum hevur verið niðrandi um aðrar flokkar í valstríðnum, so er tað júst Javnaðarflokkurin. Og Sambandsflokkurin er lítið frægari.

 

Fake news?

”Politikkur fyri vaksin”, ”rabiatur sambandspolitikkur”, ”Tjóðveldi vil loysa frá loysingini”.

Síðani valið varð útskrivað hevur Javnaðarflokkurin og serliga summi valevni floksins ført eitt hvasst valstríð, har stórur partur av boðskapum Javnaðarfloksins um millum annað Tjóðveldi, hava rættliga kunna fingið spjaldrið ”fake news” omanyvir seg, um man nú skal kjakast um ”fake news”.

”Tjóðveldi vil skerja møguleikarnar hjá lesandi”, ”Vit missa sjúkraviðgerð, um vit gerast sjálvstøðug”.

Hetta er fake-news í ólukkumát, sum Sambandsflokkurin roynir at billa føroyingum inn.

Tí Sambandsflokkurin veit ivaleyst av, at flest allir fyrimunir, sum føroysk lesandi njóta gott av í Danmark, eru orsaka av norðurlendskum avtalum, sum eru millum øll norðurlendsk lond – ikki bert millum Føroyar og Danmark. Føroyar rinda størsta partin av studninginum til okkara lesandi, og tað, sum vantar í, er áleið 70-80 milliónir krónur árliga – hetta er til tað, sum danir rinda føroyingum í Danmark í SU. Tá vit gerast sjálvstøðug, so fáa føroysk lesandi enn somu norðurlendsku ágóðar, og aðrir norðurlendingar kunnu fáa somu ágóðar í Føroyum.

Viðvíkjandi sjúkraviðgerð, so rindar føroyski landskassin fyri hvørja einastu viðgerð, sum føroyingar fáa í Danmark ella aðrastaðni. Hetta er ikki ein gáva frá dønum, hetta er ein tænasta vit keypa – og kunnu halda fram við at keypa sum sjálvstøðugt land.

Aftur eitt dømi um fake-news, nú tá vit tosa um tað.

 

Aftursvar til Løkke og Kjærsgaard

Boðskapurin í okkara sjónbandi, sum er fallin ungu valevnunum hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum fyri bróstið er, at hesir flokkar ganga inn fyri, at danskir politikarar skulu bestemma í Føroyum.

Men tað er ikki fake-news at vísa á tann veruleika, at danskir politkarar boða frá, at teir vilja bestemma í Føroyum, sum teir jú gera og leggja seg eisini beinleiðis út í eitt val millum føroyskar flokkar. Heldur er tað old news, tí her er einki nýtt í tí. 

Og tað er heldur ikki fake-news, at tað eru flokkar í Føroyum, sum vilja hava hesa støðuna ímillum Føroyar og Danmark at halda fram. Ímeðan Tjóðveldi vil broyta støðuna, soleiðis, at vit gerast fult sjálvstøðugt land og kunnu samstarva við Danmark á jøvnum føti. Tað eru hinvegin eftir okkara tykki fake-news, at flokkar í Føroyum støðugt siga við okkara ungdóm, at Føroyar og Danmark eru javnsett og at okkara framtíð er bundin í at vera undir einum øðrum landi, har onnur taka avgerðirnar fyri okkum.

 

Øll áttu at ressast

Sjónband okkara er ikki eitt álop á Barbaru og Onnu. Tað er hinvegin eitt aftursvar til tvær hendingar, sum fóru fram fríggjadagin í farnu viku.

Fyrst sóu vit, at Lars Løkke Rasmussen í føroyskum sjónvarpi segði, at hann er forsætisráðharri fyri Føroyar eisini. Og við hansara vitjan mugu vit øll – óansæð politiskan lit – ásanna, at hann legði seg í føroyska valstríðið – ivaleyst í royndini at fáa eitt ávíst úrslit tá valið kemur.

Sama dag fingu allir fyrstuferðsveljarar í Føroyum ein pakka við donsku grundlógini og einari heilsan frá Piu Kjærsgaard.

Báðar hesar hendingar eru at kalla óhoyrdar og áttu at fingið allar politiskar flokkar at ressast.

Tjóðveldi heldur, at hetta er donsk uppíblanding í føroyska valstríðið. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru samríkjaflokkar, so sjálvsagt taka hesi ikki undir við, at Føroyar taka fult ræði á egnum viðurskiftum, og harvið, at føroyingar taka fult ræði á sær sjálvum.

Men tað er gleðiligt at lesa, at ungu umboðini fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin siga seg vilja taka størri fet á sjálvbjargnisleið. Vit gera tað fegin saman við tykkum!

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aftur á slóðina
Sjálvstýri: 600-700 fólk til familjutilt…
68%
Javnaðar­flokku­rin: Valkafé í Spania­stovu
Tað demensvinarliga samfelagið – ella hv…
Líðhamar roktúr í dag
Enn ein lítil fitt søga
Hendan lands­stýrissamgongan hevur gjørt…
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…
Sigoynarin
Rólant og Martin nógv at gera
KÍ kvinnur­nar nærkast FM-heitinum
Jørðin kallar Framsókn
FM: Maria vann 5 gull og Einar 2 gull
Beinleiðisfrísparki og føroyska fótbólts…
Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú…