Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: KVF (skýggjamynd)

Tíðirnar hjá RSF eru ikki eftirfarandi

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.06.2019 - 23:50 Ítrottur Tíðindi

Almennu tíðirnar frá Sundalagsstevnuni vóru ikki rættar í øllum bátastøddum.

Tá Nevið Reyða vann 8-mannafarsróðurin í dag fingu vit - umvegis KVF - tíðirnar at vita, og sagt bleiv, at tíðirnar vóru:

1. Nevið Reyða 04.43.13

2. Argjabáturin 04.43.23

Tá spurdi viðmerkjarin Ludvík við Stein beinanvegin um tíðina og við at samanbera hana við tíðina hjá 6-mannaførum, sum var 5.19.33 hjá Hvessingi, so staðfesti hann, at onnur tíðin var skeiv. Við at hyggja eftir tíðini hjá 10-mannaførum, so síggja vit, at Ormurin Langi vann við tíðini 4.54.55.

Tí søgdu tíðirnar m.a., at Nevið Reyða róði væl skjótari enn Ormurin Langi, men so er ikki. Við at eftirkanna tíðirnar av róðrinum á kvf.fo, so sæst, at tíðin hjá Orminum Langa er røtt, men at tíðirnar hjá 8-mannaførunum eru skeivar. Við at taka tíð síggja vit, at tíðin hjá Nevið Reyða er áleið 5.01.00.

 

Niðurstøðan er tí, at Ludvík hevði rætt og at tíðirnar ikki eru eftirfarandi í hesum føri. Norðlýsið hevur sent RSF fyrispurning um, hvat hetta skyldast og um hetta er nakað sum er hent javnan fyrr og eisini fer at henda framyvir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur