Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Bjarni Enghamar

Rógvi og René koma inn

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.06.2019 - 15:17 Ítrottur Tíðindi

Føroyska landsliðið til EM-undankappingardystin móti Norra, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45, er sett.

Fsf.fo skrivar: Og í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu á vøllinum móti Spania farna fríggjadag, hava venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen gjørt tvær broytingar.

 

Rógvi Baldvinsson avloysir Heina Vatnsdal, og Rene Shaki Joensen byrjar í staðin fyri Árna Frederiksberg.

 

Teitur Matras Gestsson verður í mál, og í verjuni verða Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Atli Gregersen og Gilli Rólantsson Sørensen. Á miðvøllinum verða Rene Shaki Joensen, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar. Og i álopinum frá byrjan verður málskjúttin móti spaniólum, Klæmint Andrasson Olsen.

 

Bonkur: Karstin Hansen, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Andrias Høgnason Eriksen, Heini Vantsdal, Árni Frederiksberg, Kaj Leo í Bartalsstovu, Meinhard Egilsson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð.

 

Undan dystinum er Norra nummar fimm í bólkinum við tveimum stigum. Í fyrsta umfari taptu norðmenn 2-1 á útivølli móti Spania. Síðani spældu teir javnleik 3-3 á heimavølli móti Svøríki, og farna fríggjadag spældu Norra og Rumenia javnleik 2-2 á Ullevaal Stadion í Oslo.

 

Ímóti svium var Norra framman fyri við tveimum, til 20 minuttir vóru eftir at spæla, og ímóti Rumenia mistu norðmenn eisini eina 2-0 leiðslu seinastu minuttirnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kann fara frá hinum
Myndarøð: Fuglberg og Skoraberg afturkom…
Kappróðu­rin útsettur til sunnudagin
Nei til lættari atgongd til rúsdrekka
Magnus Heinason kannað æti, fiskalarvur…
Ráðstevnan ið kostaði 250 tús. kr.
Tí skulu vit ráða okkum sjálvum
Fóðurflakin Kleivin opin fyri vitjandi m…
Føroyar ímóti rasismu
Norð­oyastevnan í dag
Kaj Leo skal standa skúlarætt um navnabr…
Stuðla Klaksvíkar Róðrar­felag
Bankarnir gerast alsamt frekari
Símun Absalonsen heldur midnáttarrøðuna
Ein sílatúrur í Vatnsdali við Oyndarfjør…
Solby heldur røðu á norð­oyastevnu
Hotel Brandan letur upp 1. juli
Benkur uppi á Brekkum
SprittFisk - Filmskapping
Núpur landar í dag