Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: Skála-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.06.2019 - 07:41 Ítrottur Tíðindi

KÍ skal til ein útivøll, har liðið mangan hevur havt tað trupult, í næstsíðsta umfarinum áðrenn summarsteðgin.

Vikan upp til dystin í kvøld hevur verið merkt av landsdystum, Europa League lutakasti og leikaraflytingum. Nú er spurningurin, um KÍ-hópurin er fokuseraður uppá eina týdningarmikla og trupla uppgávu á Skála. Júst á Skála hevur KÍ mangan mist stig og sum heild havt tað sera trupult gjøgnum tíðirnar.


KÍ er oddalið í bestu mansdeildini, men munurin er so lítil, at so seint sum í 89. minutti síðsta umfar lá KÍ á einum deildum 4. plássi. 

Hjá Skála eru Edvin Jakobsen og Søren Nielsen ikki tøkir vegna skaðar. Hjá KÍ eru teir nýggju leikararnir, Magnus Stamnestrø og Semir Hadzibulic, ikki tøkir, tí flytingarvindeygað ikki letur upp fyrr enn leygardagin. Jesper Brinck og Óli Ey. Poulsen eru ikki tøkir vegna skaða, meðan Torbjørn Grytten er ivasamur vegna skaða.

 

Dysturin á Skála í kvøld byrjar kl. 19.00. Dómari verður Kári J. á Høvdanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…