Lýsing

Articon og IRF í felags verkætlan

SKRIVAÐ: Sissal Evudóttir Lervig  |  17.06.2019 - 13:00 Tíðindaskriv

Seinastu mánaðirnar hava Articon og IRF arbeitt við at leggja til rættis eina verkætlan, ið kann økja um skiljing og endurnýtslu av burturkasti í byggivinnuni. Nú er verkætlanin komin í gongd.

Metstórar burturkastnøgdir

Tað gongur væl í Føroyum í løtuni. Fólkatalið veksur, og verulig gongd er á samfelagshjólunum. Skuggasíðan av hesum glansbílætinum er tó, at burturkastnøgdirnar eru vorðnar metstórar. Seinastu tvey árini eru nøgdirnar av burturkasti at brenna hækkaðar nærum 24%. Vanliga verður roknað við eini miðalhækking upp á 2,5% árliga.

 

Átak at økja um skiljing í byggivinnuni

IRF og Articon samstarva nú um eitt felags átak at økja um skiljing og endurnýtslu av burturkasti í byggivinnuni.

Articon hevur seinastu tíðina arbeitt við at varpa ljós á burturkast og endurnýtslu millum starvsfólkini. Fyritøkan vil í størri mun at skilja burturkastið á ein skilagóðan hátt við tí endamáli at endurnýta sum mest og at tálma óneyðugari nýtslu av tilfari.

 

Vegleiðing um skiljing til byggivinnuna

Í kjalarvørrinum á, at fleiri føroyskar byggifyritøkur hava spurt eftir meira kunning um skiljing, hevur IRF ment eina plakat við ymsu burturkastbólkunum í byggivinnuni.

Vegleiðingin er ein plakat, sum í høvuðsheitum er samansett av myndum. Allur teksturin á plakatini er á føroyskum, enskum, pólskum og rumenskum, soleiðis at øll starvsfólk í byggivinnuni kunnu skilja hana. Høvuðsendamálið við plakatini er at geva eitt skjótt og einfalt yvirlit yvir burturkastbólkarnar í byggivinnuni, og hvussu teir skulu skiljast.

 

Burturkastmóttøka í gerð

Á heysti 2018 fór IRF undir at byggja burturkastmóttøku aftur at Brennistøðini á Hagaleiti, og henda høllin verður væntandi klár at taka í nýtslu í september 2019.

Burturkastmóttøkan fer at geva vinnuni sera góðar umstøður at skilja burturkastið. Tað verður bæði skjótari og høgligari at sleppa av við og skilja burturkast til endurnýtslu.

Vónin er, at høllin fer at økja um nøgdirnar av vinnuburturkasti til endurnýtslu og harvið minkað um nøgdirnar til brenningar og til tyrvingar. 

 

Fleiri fyrimunir við øktari skiljing

Hóast verkætlanin enn er lutfalsliga nýggj, er tað longu greitt hjá Articon, at nógvir fyrimunir eru við øktari skiljing. Umframt umhvørvisliga vinningin og sparingina av náttúrunnar tilfeingi eru nógvar aðrar skilagóðar orsøkir til at skilja burturkastið. Eitt nú eru mannagongdirnar á arbeiðsplássunum vorðnar greiðari, og plássini eru sum heild munandi ruddiligari. Harafturat er økta skiljingin ein stór fíggjarlig sparing fyri fyritøkuna. Í fyrsta lagi er tað bíligari at lata burturkast til endurnýtslu heldur enn til brenningar og tyrvingar, og í øðrum lagi verða avskurðir og annað avlop í størri mun endurnýtt, tí at tað verður lagt á ein meira skipaðan hátt á byggiplássinum. Eisini roynir Articon at tálma óneyðugari nýtslu av tilfari til fyribils loysnir á byggiplássinum, t.d. girðingar, arbeiðstrappur, forskallingsarbeiði v.m. Alt hetta verður gjørt úr dygdartilfari, ið lættliga kann nýtast fleiri ferðir á byggiplássunum. 

 

Fleiri plakatir í gerð

Í løtuni verður nýggja plakatin hjá IRF roynd á byggiplássunum hjá Articon, ið nú eru skipað við øktari útgerð til skiljing. Ætlanin er, at plakatin verður latin øllum byggifyritøkum í økinum hjá IRF, tá ið móttøkuhøllin verður tikin í nýtslu í heyst.

Nú verður arbeitt við at menna líknandi plakat til havnir og fiski- og alivinnuna í Føroyum. Gongur eftir ætlan, verður hendan plakatin liðug seinni í ár.

 

Burturkastið er ein felags ábyrgd

Øll eiga vit at taka ábyrgd av stóru burturkastnøgdunum í Føroyum, eins og vit í felag eiga at finna eina loysn. Loysnin liggur í einum samstarvi millum tey, ið framleiða, pakka og flyta vørur, millum tey, ið nýta vørurnar, og millum tey, ið taka sær av burturkastinum. Vørurnar eiga at verða framleiddar á ein slíkan hátt, at tær lættari lata seg endurnýta, vørurnar eiga at verða rætt burturbeintar, og renovatiónsfelagsskapir eiga at veita kunning um og umstøður til at taka ímóti alsamt fleiri burturkastbólkum til endurnýtslu. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Olja á vegnum
Standmynd av Elinborg Lützen í Klaksvík
Eitt nýtt stýri – orð til umhugsanar
Frida Andersson í Spania­stovu
Glottar at hóma viðvíkj­andi atkomu fyri…
Bústaðir: Vit taka hond um trupulleikan
Viðareiðisrenningin útsett til í morgin
Myndir: Føroyar hava fingið nýtt landsst…
Kykmynd: - Eg eri góð við norð­urøkið
Fuglberg og Skoraberg landa upsa til Kós…
Minni av fáa hjá útróðrarbátunum
Pison landar á Kósini í morgun
Prát um samgonguskjali
Eykarokn­ingar hótta tunlarnar Norður um…
Almenn móttøka fyri nýggja lands­stýri­num…
Kringvarpið og Havnar Bio samstarva í Fi…
Í ár eru 10 ár liðin síðani ítrótta­felag…
GLOYMDUR - bókaframløga í Klaksvík. 
Mansstevna í Zarepta komandi vikuskifti…
Kári hjúklar um rútmurnar til Vit elska…