Lýsing
Lýsing
Lýsing

Laksatorgið nýggja staðseting

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.06.2019 - 13:00 Tíðindaskriv Tíðindi

Vælumtókta Laksatorgið verður í ár í hugnaliga umhvørvinum niðri á støð á Glyvrum. Økið er væl skipað, strondin er skamt harfrá, neyst liggja framvið umframt snotuligu húsini hjá bátafelagnum. Virkið hjá Bakkafrost er eisini í økinum, og júst hendan dagin, sum Laksatorgið er, fer Bakkafrost at hava opið hús og bjóða gestum inn at síggja virkið. 

Tiltakið varð fyrstu ferð roynt í 2001, og síðani hevur Laskatorgið ment seg til at vera eitt sera vælumtókt fólksligt tiltak. Undirtøkan er vaksin á hvørjum ári, og fleiri tiltøk eru afturvendandi, so sum smakkiroyndir úr rávøru frá Bakkafrost.

Skráin er um at verða liðug, og vit kunnu avdúka, at tað verða bæði góður tónleikur, undirhald á sjógvi og landi, barnatiltøk og ikki minst søla av laksi, sum fara at seta dám á dagin. Sum ein fastur táttur verður eisini stóra sølutorgið við alskyns lutum. Til ber at lesa meiri um bílegging av borðum til sølutorgið á heimasíðuni ella facebook hjá Visit Runavík. Laksatorgið verður 20. juli frá kl. 10.00 til 16:00, og tað er Visit Runavík, sum skipar fyri. 


Visit Runavík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum