Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Televarpið (Skýggjamynd)

Deni Pavlovic fingið langt leikbann

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.07.2019 - 01:19 Ítrottur Tíðindi

KÍ-verjuleikarin og ársins leikari í felagnum í 2018 missir ein stóran part av dystunum eftir summarsteðgin.

Deni Pavlovic fekk beinleiðis reytt kort á jóansøku, har KÍ tapti 1-0 móti TB. Hetta hendi í 86. minutti, tá KÍ var aftanfyri 1-0. Eftir ein nærdyst skallaði Deni til TB-álopsleikaran Ken Fagerberg. Reyða kortið var mett so álvarasamt útfrá dómarafrágreiðingini, at tað endaði í kappingarnevndini hjá FSF. Og kappingarnevndin hevur avgjørt útfrá vegleiðingini um leikbann (les um hana HER), at Deni Pavlovic skal hava leikbann í seks dystir. Leikbann sum eru yvir tríggjar dystir kunnu kærast til Aganevndina. Vit hava ikki fingið upplýst frá KÍ enn, um ætlanin er at kæra.

 

Talan er um eitt sera týdningarmikið tíðarskeið, sum Deni kemur at missa. M.a. eru dystir á skránni hjá KÍ móti kappingarneytunum í toppstríðnum B36, NSÍ og Víkingi hesi komandi umførini.

 


Komandi seks dystirnir hjá KÍ eru hesir:

21.07: KÍ-B36

27.07: NSÍ-KÍ

02.08: ÍF-KÍ

09.08: KÍ-Víkingur

18.08: KÍ-Skála

25.08: EB/Streymur-KÍ

 


Hetta merkir, at Deni kann spæla aftur 1. september, tá KÍ fær vitjan av HB.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…