Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri | Mynd: Álvur Haraldsen

Loksins komu menningarkvoturnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.07.2019 - 00:14 Leiðarin Politikkur Vinna

Tær hava verið ein sera tungur burður. Bæði at fáa tær samtyktar, og ikki minst at umsita tær, herundir at viðgera umsóknirnar. Viðgerðin eftir at metingarnevndin hevði gjørt sítt tilmæli var í fjør nærum ein mánað, og hóast færri rættindi og færri umsóknir vóru í ár, so var hon uppaftur drúgvari í ár, nærum tveir mánaðir. Tað merkir at umsøkjararnir máttu bíða í 4 mánaðir. 31 umsóknir fingu krakk, 6 vórðu játtaðar.

Allar játtaðu umsóknirnar komu sunnanífrá í landinum. Tvær úr Sandoynni og fýra úr Suðuroynni. 3.159 tons av makreli, 4.695 tons av sild og 11.711 tons av svartkjafti vórðu lýst leyst at søkja um, og umsóknirnar vóru um fleirfalt tær nøgdirnar.

Kaga vit at játtaðu umsóknunum, so síggjast fleiri “gengangarar”:

Delta Seafood í Suðuroy fekk í fjør 900 tons av makreli og 873 tons av sild og fær nú 400 tons av makreli og 500 tons av sild.

P/F Jókin í Suðuroy fekk í fjør 8.800 tons av svartkjafti, og fær í ár saman við TG-Fish og P/F Steintóri 4.711 tons av svartkjafti, 1.259 tons av makreli og 2.000 tons av sild. Steintór og TG-Fish fingu í fjør 900 tons av makreli og 900 tons av sild.

P/F Vørðustíggjur í Sandoynni fekk í fjør 1.171 tons av makreli og 900 tons av sild og fær í ár 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild. Hetta felagið misti annars sína menningarkvotu í fjør.

Nýggir kvotumóttakarar eru P/F Defa í Suðuroy, sum fær 1.500 tons av svartkjafti, 500 tons av makreli og 195 tons av sild; P/F North Atlantic Seafood í Suðuroy, sum fær 5.500 tons av svartkjafti, og eitt samstarv millum P/F Thor og Sandoy Seafood, sum fær 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild.

Øll rættindini í ár eru útlutað sum 1-ára rættindi, men ein munur frá í fjør er, at rættindini nú kunnu ganga tvørtur um ár. Í fjør gjørdi drúgva málsviðgerðartíðin í Fiskimálaráðnum tað, at so lítið var eftir av kalendaraárinum, tá loksins slapst til fiskiskap. Hetta er nú broytt, so rættindini eru galdandi í eitt ár frá tí, at drúgva málsviðgerðartíðin í Fiskimálaráðnum er av, og tað merkir, at omanfyrinevndu rættindahavarar sleppa at fiska tonsini í fyrru helvt av 2020 eisini.

Sandoy Seafood hevur verið í eini serstøðu í hesum málinum. Virkið søkti um menningarkvotu saman við Thor, men læt aftur undir málsviðgerðartíðini, sum sagt varð, at tey ikki kundu bíða eftir. Eini hjún búsitandi í Hirtshals keyptu síðani virkið og lótu tað upp aftur. At virkið skifti eigarar hevur eftir øllum at døma ikki merkt, at umsóknin fall burtur, tí nú er umsóknin frá virkinum so gingin á møti. Nevndarformaðurin í virkinum, Gerhard Lognberg, greiddi í miðlunum frá, at hann hevði verið á fundi við fiskimálaráðharran og vinnumálaráðharran, og síðani gekk ein vika eyka, frá tí at umsøkjararnir skuldu havt fingið svar, til teir fingu tað.

Ikki kann sigast, at fiskimálaráðharrin hevur havt hepna hond í viðgerðini. Umframt at tann alt ov drúgva málsviðgerðin frá í fjør endurtók seg og enntá vaks seg dupult so langa, so hevur málið verið merkt av skeivari fráboðan frá ráðnum, einum tíðindafundi uttan innihald og at fiskimálaráðharrin ikki var til at fáa fatur á. Mong stóðu tí púra spyrjandi í seinastu viku, men høvdu onga staðni at venda sær at fáa svar.

Nú svarini so langt um leingi komu, vísir tað seg, at 4 av teimum sum fingu seinast, fingu aftur í ár. Spurningurin er so, hví man útlutar teimum tvær ferðir 1-ára rættindi heldur enn bara at geva teimum 2-ára rættindi beinanvegin.

Enn einaferð kann staðfestast, at ongin umsókn úr Norðoyggjum ella Eysturoy varð gingin á møti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja