Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fýra ár við Føroya besta fiskivinnupolitikki (annar partur)

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  08.07.2019 - 11:03 Lesarabrøv Politikkur

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil nú hava meira tilfeingið til Menningarkvotur, so landsstýrismaðurin kann luta meira út (Red: politisk útlutan). Samstundis hevur hann sett eina skipan (Lóg um Umsiting av Sjófeingi) í verk, sum leggur umleið 80% av tilfeinginum til nakrar útvaldar.

Eygleiðing av lóg um sjófeingi - nýskipan av fiskivinnuni anno 2018/2019 - sambært undirritaða:

 

Nú um dagarnar hoyra vit javnan løgtingslimir siga seg hava tryggja tjóðini at tilfeingið er ogn føroya fólks.

 
Serfrøðinganevndin sum landsstýrismaðurin setti at gera uppskot um nýggja skipan (Álit sum eftirfylgjandi heldur ikki bleiv brúkt) skrivar í álitinum, at hugtakið "Ogn Føroya Fólks" hevur ongan veruligan týdning. Nevndin vísti á at tað sum hevur týdning tá man skal definera rættindi er hvussu tey verða umsitin og hvør hevur brúksrættin.

Tað var ein breið politisk semja um at siga upp øll loyvi, fyri at staðfesta ognarrættin til fiskatilfeingið. Hetta varð gjørt fyri at steðga stóru skipasølunum, sum tá skaptu stóra øsing millum mannað.

MEN nú er tað hent at ein tepur meiriluti í løgtinginum (Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn + Bill Justinussen) hava avgjørt at lata brúksrættindini aftur til somu aktørar sum vóru framman undan, og tað er væl skiljandi at hetta gevur somu flokkum/løgtingslimum miklan ófrið. Ikki minst teimum sum sendu børn og ungdómar runt í gøturnar í høvuðsstaðnum at mála uppá húsaveggirnar hvussu ræðulig hesi vinnulívsfólkini úr norðurøkinum vóru.

At landsstýrismaðurin nú tað nærkast løgtingsvali vil spola tíðina aftur og vil hava heimild frá løgtinginum at taka størri part av tilfeinginum frá vinnuni, so mera tilfeingi kann fara til politiska útlutan undirstrikar hvussu innantóm fiskivinnupolitiska høvuðsyvirskriftin í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu var/er:


"... Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan....."

 

Útlendskur kapitalur, sum landstýrismaðurin sjálvur bert fyri nøkrum árum síðan helt hava alstóran týdning, er hetta valskeiðið gjørt til eitt bannorð við lóg. Og landsstýrismaðurin helt alt var sera gott..... líka til ein skilamaður og eitt góddýr, sum hevur arbeitt seg fram til nakrar milliónir krónur í donsku fiskivinnuni, kom heim at gera væl, men var av hálovaðu nýskipanini bannlýstur at seta pening í fiskiskip ella so mikið sum at hava nakað sum helst at gera við skip í Føroyum. Einasta lógarbrot hansara er at hann hevur rindað skatt í Danmark? Tí eru teybæði Óli og Ann-Dorith, sum seinastu árini hava búleikast og virka í Danmark, at roknað sum spidølsk. Sambært Høgna-sa-lóg má eingin innan fyri føroyska fiskimarkið nerta peningin sum kemur úr Danmark, tí so fáa tey spidalskuna.....

Tíbetur kunnu sandingar verða takksamir fyri at virkið í Skopun ikki er fevnt av nýskipanini hjá Høgni Hoydal + Bill. Tí kundi skilamaðurin úr Danmark seta pening í virkið fyri at skapa lív í einum økið, sum annars var við at doyggja út á vaktini hjá dagsins politikarum.

Men í veruleikanum er trupult at síggja nakað av prinsipp-erkleringini sum samgonguflokkarnir fráboðaðu í samgonguskjalinum aftur í dagsins fiskivinnupolitikki. Nú nýggja fiskivinnulógin vísir seg ikki at virka í verki skal hon  sambært somu fólkum broytast.

Samstundis poppa løgtingslimir upp sum hundalond, og geva sær sjálvum (somu fólk sum skuldu taka frá teimum fáu og geva so øll fingu meira) alla æruna fyri at vinnan hevur klára seg væl tey seinastu sjey árini.

Og tey sum fáa tilfeingið frá Høgna og Gestur til menning verða latin upp til "óskrivaðar rættarreglur ella neyðrættarreglur" fyri at sleppa at røra "fólksins ogn".

 

Miðling er hjarta í fiskivinnupolitikkinum hjá Føroyum í dag

Nú hásummar er og vit gleða okkum til skjótt at síggja tey fólkavaldu ganga í skrúgongu á Ólavsøku, siti eg framvegis og bíði eftir niðurstøðu hjá fjølmiðlafólkum um avdúkingar mínar av tilvildarligu umsitingini, sum er farin fram í fiskimálaráðnum í samband við menningarkvoturnar. Kemur nevndin ikki til tað niðurstøðu at skriving mín er skaðilig fyri føroysku fjøldina, hevur landsstýrismaðurin hótt við at skjóta okkum inn fyri Sorinskrivarin í Havn við kravið um fongsulsrevsing.

Men hetta vísir bara at dagsins poltikkur er bara miðling. Einki annað hevur týdning. 

 

LES MEIRA í "fyrsta parti" sum var skrivaður, tá lóg um umsiting av sjófeingi varð samtykt í løgtinginum - TRÝST HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…