Lýsing
Lýsing
Lýsing

Svangaskarð er klárt til KÍ

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.07.2019 - 19:00 Ítrottur Tíðindi

Norðlýsið hevur spurt seg fyri á Toftum um Svangaskarð og hvussu fyrireikingarnar ganga til dystin týskvøldi.

Nú KÍ skal spæla á Toftum týskvøldi móti FK Riteriai úr Litava, so eru tað fólk úr B68, ið fara at taka sær av trygdini, innkrevjing v.m. Jákup A. Olsen er ein av hjálparfólkunum hjá B68 og vit spyrja hann eitt sindur um Svangaskarð.

- Tá byrjað varð uppá at gera Svangaskarð í 1990 og tað stóð klárt at spæla fyrsta dystin í 1991 var pláss til 6.000 fólk. Nakað sum hondbólturin í dag‚ nú hevur landsliði vunnið og nú skal byggjast ein multihøll til hondbóltin. Soleiðis var eisini tá Svangaskarð varð bygt‚ A-landsliði hevði vunnið sín fyrsta dyst og tað var sum øll vita í Landskrona ímóti Eysturríki. 

- Svangaskarð er síðani tá umbygt eitt sindur og hava vit tikið eitt sindur av áskoðara plássum vekk og hava fingið nakað meira av wc'um og eitt lítið fitnes rúm‚ 2 umklæðingsrúm og flottari inn gongd til Svangaskarð og eisini eru tað blivin eitt sindur betri pláss at sita‚ rúmligari sitipláss, eg haldi at tað passa uml. 4.000 fólk at vita. Tá stórdystur er‚ sum nú tá KÍ skal spæla eru eini 50 vaktar fólk til arbeiðis henda dag, greiður Jákup frá.

Hvussu hava toftafólk tað við aftur at fáa KÍ at leika ein Evropa heimadyst á Svangaskarði.

- Vit á Toftum eru sera spent at KÍ kemur út á Svangaskarð at spæla Evropa league og alt er um at vera klárt til at dysturin byrjar týskvøldi. KÍ liðið vandi á Svangaskarð ígjár‚ fyri at føla vøllin og umstøðurnar. Svangaskarð hevur í ár‚ haft U21 landsliði dyst og eisini Evropa league dyst hjá NSÍ og nú týsdagin KÍ.

- Vónandi koma tað nógv fólk til dystin at rópa á KÍ‚ tað hevði verið stórt um KÍ liði kláraði at spæla javnt ella vinna. Koyr á KÍ frá Toftum, sigur Jákup A. Olsen at enda við Norðlýsið

Dysturin millum KÍ og FK Riteriai byrjar týskvøldi kl. 18.00. Atgongurmerkir kunnu keypast á www.atgongumerki.fo ella við dyrnar, so leingi nøkur atgongumerkir eru eftir. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini