Lýsing

Kommunala Eftirlitið góðkent Spaniastovu-verkætlanina

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  20.07.2019 - 14:56 Tíðindaskriv Tíðindi

Kommunala Eftirlitið hevur gjørt niðurstøðu í málinum um avrikssáttmálan millum Klaksvíkar kommunu og Spaniastovu, har eftirlitið staðfestir, at kommunali avrikssáttmálin við Spaniastovu hevur heimild í kommunufulltrúini og er í tráð við lóggávuna, og eftirlitið metir ikki, at samanhangur er ímillum stuðulin til Spaniastovu og umleggingina av ungdómshúsinum.

Kommunala Eftirlitið, sum bygnaðarliga er partur av Heilsu- og Innlendismálaráðnum, hevur í skrivi til Klaksvíkar kommunu, dagfest 10. juli 2019, boðað frá sínum niðurstøðum í mun til avrikssáttmálan, sum Klaksvíkar kommuna og Spaniastova hava gjørt til tess at veita borgarunum í kommununi og landinum øllum mentanarupplivingar og framførslur av ymiskum slag.

Í skrivi sínum greiðir Kommunala Eftirlitið millum annað soleiðis frá málinum:

Í greinum á www.nordlysid.fo frá 4.-15. januar 2019 varð róð framundir, at Klaksvíkar kommuna hevur samtykt at stuðla privatari fyritøku, og at avtala varð gjørd við ein kommunalan stovnsleiðara um at fara úr kommunala leiðarastarvinum, samstundis sum býráðið tryggjaði privata felagið hjá fráfarandi stovnsleiðaranum fíggjarliga. Tann 20. februar 2019 sendi Heilsu- og innlendismálaráðið teldupost til Klaksvíkar kommunu og bað kommununa um at lýsa málið og at senda ráðnum øll skjøl í málinum.

Í telduposti tann 3. apríl 2019 sendi kommunan eina lýsing av málinum, har eitt nú greitt verður frá, at talan er um tvey viðurskifti, har annað snýr seg um eina avrikssáttmála við Spaniastovu, meðan hitt var umlegging av ungdómshúsinum, Húsið, sum hevði tørv á nýggjari byrjan.

Í teldupostinum verður upplýst, at kommunan hevur gjørt ein avrikssáttmála við Spaniastovu galdandi fyri 5 ár. Upphæddin í sáttmálanum er ikki føst, men verður ásett árliga við støði í eini eftirmeting av virkseminum.

Klaksvíkar kommuna metir, at stuðulin til Spaniastovu er ein partur av nátúrliga kommunala virkseminum, og at hetta er ein partur av kommunufulltrúnni. Kommunan metir, at Spaniastova hevur týdning fyri mentanarumhvørvið í Klaksvík, og við avrikssáttmálanum rindar kommunan felagnum eina mánaðarliga upphædd fyri at veita eitt ávíst tal av mentanarupplivingum.

Kommunan sendi tann 7. mai 2019 Heilsu- og innlendismálaráðnum øll skjøl í málinum.

Víðari greiðir Kommunala eftirlitið í skrivi sínum frá lógargrundarlagnum og egnum viðmerkingum til málið og tekur síðan at enda soleiðis saman um málið:

 

Niðurstøða:

Soleiðis sum málið er lýst, metir Heilsu- og innlendismálaráðið, at stuðulin til Spaniastovu hevur heimild í kommunufulltrúnni, og at grundarlag ikki er fyri at halda, at kommunan hevur stuðlað Spaniastovu í stríð við lóggávuna. Soleiðis um málið er lýst er ei heldur grundarlag fyri at halda, at samanhangur er ímillum stuðulin til Spaniastovu og umleggingina av ungdómshúsinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki við valdi og ikki við kraft, men vi…
Betri tíð til barnið
Eg flenni í andglettinum
Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!
Politiskt hugnakvøld í Jaqson fríggjakvø…
Skert KÍ-lið á Eiði sunnudagin
Trivnaður – Tey við serligum tørvi, hava…
21 nýggj starvs­fólk byrja á Varðanum Pel…
Gøtan løgd
Reglan um “hands” kemur í gildi komandi…
Fysiskt kring landið, mentalt í Havn
Tilmeldingardagur hjá Stjørnuni
Hittust fyrstu ferð týskvøldið eftir sp…
Norðlýsið og løgtingsvalið
Avreiða á Eiði í dag
MEST yvirtekur nýggja havrannsók­nar­skipi…
Bústaðarviðurskifti
KÍ hevur átta stig færri enn B36 í næsta…
Dómarafeilur avgjørdi dystin
Ingolf: Samgongan trygd fyri uppsjóvarræ…