Lýsing
Lýsing
Lýsing
Maria Biskopstø vinnur her sín riðil í 400m (mynd: Lone Dybdal) | Mynd: Lone Dybdal

Maria luttikið í DM

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  31.07.2019 - 13:30 Ítrottur Mentan Tíðindi

Maria Biskopstø úr Treysti luttók í DM í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum varð DM fyri vaksin hildið á Esbjerg Atletikstadion. Maria Biskopstø úr Treysti luttók í 200m, 400m og 400m hekkurenning.

Leygardagin rann hon 400m, og enn einaferð náddi hon undir minuttin. Hon rann í fyrra riðili, sum hon vann. Seinni riðilin var tann betri, men tíðin hjá Mariu 59,87 sek. rakk til eitt samlað 8. pláss av teimum 16 kvinnunum.

Sunnudagin vóru 2 kappingar á skránni hjá henni. Fyrst var tað kl. 11.00 tá 200 meturin skuldi rennast. Hon rann teinin uppá 27,52 sek. Tað rakk ikki til finalupláss. 

Góðar tveir tímar seinni, kl. 13.25, skuldi 400m hekkurenningin avgreiðast. Her skuldi hon m.a. kappast ímóti Saru Slott Petersen, sum vann EM-gull og OL-silvur í 2016. Hetta var bert aðru ferð, at Maria royndi seg í hesi grein og rann hon seg til eitt flott fjóðrapláss við tíðini 66,98 sek.

Øll úrslit frá DM eru her: Resultater DM 2019

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…