Lýsing
Lýsing

Gera klárt til nýtt hús í Bjargamansdali

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver  |  05.08.2019 - 19:13 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag fleyg tyrlan hjá Atlantsflog sand, grús og annað tilfar eystur í Bjargamansdal. Tilfarið skal brúkast til ein arbeiðis og búskúr, sum bøndurnir báðir í Bjargamansdali og Skorini, eru í fer við at seta upp soleiðis at teir kunnu búleikast har ímeðan arbeitt verður at seta upp eina spildurnýggja smáttu í dalinum.

Tað eru feðgarnir báðir, Henrik Sørensen og sonur hansara Esmund Løwe Sørensen, ið hava fest ávikavist Bjargamansdal og Skorina.

Flestu munnu helst minnast syrgiligu hendingina teir vóru fyri í fjør, tá húsið ella smáttan, ið teir júst við tógvi stríð høvdu bygt har eysturi, eina vikuskiftisnátt brendi í grund.

Henrik Sørensen sigur, at tað er alneyðugt, um góðar umstøður skulu vera fyri røkt av hagunum báðum, at tað slepst undir tak har eysturi, tí hagarnir eru fjarskotnir. Dagurin er stuttur um heystið tá skurðfjøllini verða gingin, tað lættir tí um, um fjallfólkið kann fara eystur kvøldið fyri, tá fari verður skurðfjøllini. Við vanligari gongd tekur tað um ein til hálvan annan tíma at koma fram til gongu.

Umframt projektið við nýggja húsinum, so hava vit eisini ætlanir um at gera eina nýggja felags rætt.

Nú Skorin verður løgd afturat Bjargamansdali, so verða  82 áseyðir í høgunum. Harafturat er ongin seyður í Herjaskor fyri tíðina. Hesin parturin hoyrir eisini til Skorina. Vit hava ætlanir um at gera tað betri gongt úr Skorini og inn á Herjaskor. Tað fer at hava við sær at vit fáa 9 áseyðir afturat, sum Herjaskor ber. Vit fáa tí umleið 90 seyðir at taka okkum av og tá er verandi rættin í Bjargamansdali ov lítil.

Leygardagin var Norðlýsið eysturi í Bjargamansdali við myndatólinum. Her sóu vit syrgiligu restirnar av “gamla” húsinum og byrjanina til nýggja arbeiðis og búskúrin, sum feðgarnir eru í ferð við at smíða. Í skúrinum er ætlanin at hava tvær koyggjur og møguleikar at matgera, soleiðis at menn kunnu liggja nátt um neyðugt.

Teir, sum vóru har eysturi og arbeiddu leygardagin vóru umframt Henrik og Esmund, eisini Markus Løwe Sørensen, sonur Henrik, Karl Johansen og Sámal Jákup, versonur Karl.

Ímillum myndirnar niðanfyri, sæst eisini ein mynd ið er líknandi tí smáttuni, ið feðgarnir hava keypt sum byggisett. Hendan kemur til landið seinast í august. Ætlanin er ikki at seta hana upp nú, men at bíða til várs.

Smáttan er 28 fermetrar til støddar og inrættað við køki tveimum kømurum og hemsi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald
Vit hoyrdu einki aftur frá samgonguni