Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vilji, verk og vón

SKRIVAÐ: Pól Huus Sólstein, Valevni Fólkafloksins  |  06.08.2019 - 07:42 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Hendan dagin, fyri júst 8 árum síðan, í tí Harrans ári 2011 royndi eg meg enn einaferð sum sjómann. Makrel-gleðisgenturnar Gloria, Victoria og Lafayette lógu norðanfyri so vónríkar og væntaðu sær tann veruliga dýra fongin. Hendan tíðin er farin, og sokkin djúpt í gloymskunar hav. Tíbetur. Nú 8 ár seinni kunnu vit øll fegnast um, at vinnan hevur tillagað seg og ment seg munandi innan uppisjóvarfisk í heila tikið og eisini á øðrum økjum sosum frystilínuskipum og øðrum fiskivinnufyritøkum á landi.

Men menning og framburður er ikki nøkur sjálvfylgja. Tað eru bert 10 ár síðan at alheims búskaparkreppan eisini rakti føroyska fiskivinnu, og prísurin á toski og hýsu fór niður í helvt. Føroyar komu tá sum eitt av fáum londum gjøgnum hetta tíðarskeið heilskapað, við vilja, vitan og dirvi.

Okkum í Føroyum tørva fleiri bein at standa á. Fiskivinnan einsamøll kann ikki tryggja neyðuga inntøkuvøksturin, og tíbetur hava vit í dag fingið eitt annað trivaligt bein at standa á: nevniliga alivinnuna. Hesar vinnur hava seinastu árini skaffa yvir 5 milliardir krónur heim úr útlandinum árliga. Og skal vøksturin halda fram, er neyðugt við stórum kapitali, áræði og framskygni og ikki minst hegni til hesa uppgávu at menna nýggjar leiðir. Nýggjar vinnur og inntøkur koma ikki av sær sjálvum.

Fyrsta fyritreytin er at karmarnir eru tryggir og støðufastir, tí óvissan við náttúrugivna tilfeinginum er nóg stór í sjálvum sær. Og lat tað verða sligið fast við 7 tumma seymi, at vinnan skal gjalda eitt gjald fyri ein framíhjárætt at fiska og ala. Men hon skal als ikki gjalda alt eftir hvussu nógv væntar í landskassanum og verða eitt slag at kittið at tetta hol. Hendan samgongan hevur innkravt yvir 1,2 milliard meir frá vinnuni enn undanfarna samgonga. Og hetta er als ikki haldbart.

Hesum kørmum til vinnuna vil eg stríðast fyri, væl vitandi um hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman bæði fyri alivinnuna og fiskivinnuna. Hava hesar vinnur tað sunt og gott, vil hetta stimbra annað vinnulív og alt tað føroyska samfelagið. Ein fyritreyt fyri sjálvbjargni.

Latum okkum skapa eina vón aftur. Eina veruliga vón í fiskivinnuna. Tí tað er í vónini at vit megna at gjøgnum
føra tær størstu broytingarnar. Hetta til gagns fyri land og fólk.

Pól Huus Sólstein, Valevni Fólkafloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini