Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grandma’s Basement: Vit ætla at fáa Vágsbø at kóka í nátt

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.08.2019 - 12:01 Mentan Tíðindi

Norðlýsið hevur hitt forsangaran í Grandma’s Basement undan fyrstu konsertini á Vágsbøi nakrantíð hjá vælumtókta bólkinum.

Grandma’s Basement er lokalur bólkur í Klaksvík, sum hevur spælt til teir flestu Summar Festivalar seinnu árini. Felags fyri allar konsertirnar kann ein siga, at tær hava verið sera vælumtóktar millum áhoyrarafjøldina og allar hava verið í Tjaldinum. Í 2019 verður øðrvísi. Nú skal Grandma’s Basement spæla á stóra palli á Vágsbøi. Vit hava sett forsangaranum, Jón Jacobsen, nakrar spurningar undan konsertini.

 

Hvussu er tað hjá GB at spæla á stóra palli fyri fyrstu ferð?

- Ja, nú høvdu vit “frí” í fjør. So tað er eyka spennandi at skula spæla á Stóra palli í ár. Hetta sigst verða tann stórsti pallurin, sum hevur verði í Føroyum, so tað krevur meira at fylla bæði hann og Vágsbø, sigur Jón Jacobsen.

 

Hvat fyri tilfar spæla tit?

- Tað verður sjálvsagt okkara egna tilfar, ið vit koma at spæla. Allar sangirnar sum fólk elska og elska at hata koma vit at spæla, sigur Jón Jacobsen.

 

Hvør er manningin hjá bólkinum í ár?

Jón Jacobsen, sang

Lindi Gardar, sang/kór

Símun Heimustovu, guitar/kór

Hans Andrias Jacobsen, sang/guitar/kór

Rógvi Á Tjaldrafløtti Olsen, guitar

Jóannes Viðbjørg, bass

Thorvald Danielsen, Trummur

Magni Husgaard, keyboard/kór.

 

Hvat fyri konsert kunnu vit vænta okkum?

- Fólkið ið kemur til konsertina hjá okkum kann vænta sær eina lívliga framførslu. Vit hava roynt at lagt nógv fyri, tá tað viðvíkur ‘’show’’ á palli og sambandið við áskoðaran. So vit vóna, at fólk møta upp við einum stórum smíli og við uppá at hoppa, dansa og syngja við. Veðrið sær lovandi út kl. 01.00 í nátt, so tað skal nokk fara at verða gott, sigur Jón Jacobsen at enda við Norðlýsið.

 


Norðlýsið verður við á ársins Summar Festivali við myndum, samrøðum og á facebook síðuni hjá Norðlýsinum verður onkur løta væntandi send beinleiðis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir