Lýsing
Lýsing
Lýsing

B36 spílar seg út til oddabrakið: Ókeypis bussferð til Klaksvíkar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.08.2019 - 20:55 Ítrottur Tíðindi

Mikukvøldið er toppdystur í Klaksvík millum nr. 2 og 3, har vinnarin kann taka oddasessin, tó at tað krevst ein stórsigur á fýra mál hjá KÍ, sum við sigri kemur ájavnt við oddaliðið NSÍ. B36 boðar nú frá, at felagið bjóðar sínum áskoðarum ókeypis til Klaksvíkar.

 

B36 skrivar soleiðis:

Mikukvøldið verður ordans brak í Klaksvík. B36 veitir ókeypis bussferð til áskoðarar okkara

 

Sjáldan hevur oddastríðið í  fremstu føroysku fótbóltsdeildini verið meira spennandi, enn tað er júst nú. B36 er tíbetur partur av spennandi toganini, og mikukvøldið er stórdystur á skránni í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti okkara monnum.

Eingin ivi er um, at vit í B36 eiga nógvar og góðar fjepparar, og vit vilja fegin hava flest møgulig av tykkum við til Klaksvíkar.

Vanliga skipa floksmenn fyri bussferð til útidystir, og tað gera tey sjálvandi eisini hesaferð. Vit í felagnum hava tó gjørt av, at bæði floksmenn og onnur skulu sleppa ókeypis norðureftir mikukvøldið, og tí rinda vit fyri bussarnar – sum vónandi eru nógvir í tali.

Ein eyka bussur er bílagdur afturat honum hjá floksmonnum, og er tørvur á  meira, so verða fleiri bussar sjálvandi settir inn. Koyrt verður frá økinum omanfyri Svimjihøllina klokkan 17.30.

So tað er at halda seg framat!

Rennið dreingir!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…