Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vælferð

SKRIVAÐ: Frimodt Rasmussen, B  |  20.08.2019 - 16:07 Løgtingsval 2019 Politikkur

Viðlíkahaldsvenjingar til sjúklingar er ein rættur

Vit hava nógvar borgarar í Føroyum, ið hava tørv á viðlíkahaldsvenjingum. Hendan tørv hava fólk við kroniskum sjúkum sum Parkinson og Sklerosu og tey, ið hava fingið seinheilaskaðar m.a. orsaka av heilabløðing, blóðtøppi ella vanlukku.

Fyri at varðveita mest møguligan førleika hjá hesum og at stimbra møguleikan at klára seg sjálvan í mestan mun, hava hesir borgararnir tørv á viðlíkahaldsvenjing.

Sum støðan er nú, so hava almennu Føroyar ikki møguleika at bjóða hesa tænastu til borgarar millum 18 og 67 ár. Eg haldi, at Føroyar eiga at veita øllum okkara borgarum somu tænastu óheft av aldri. Við at broyta lógina og tryggja rættin til viðlíkahaldsvenjing til øll, geva vit øllum okkara borgarum møguleika til eitt betri lív.

Eg vil arbeiða fyri, at hesin tørvur verður nøktaður, soleiðis at vit øll kunnu siga, at Føroyar eru eitt gott samfelag at liva í. Vælstandur eigur at gerast til vælferð fyri øll.

 

 

Frimodt Rasmussen

valevni Sambandsfloksins í Norðoyggjum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…