Lýsing

“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk í Klaksvík býr”

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  24.08.2019 - 07:33 Ítrottur Tíðindi

Vit, sum hava fylgt KÍ síðan sjeyti árini, hava sæð nógvar góðar dystir, flott mál og søtar sigrar, men bert nakrar heilt fáar, einstakar ferðir hava góðu avrikini rokkið til gull. Og nú er spurningurin: Verður sama skil í ár sum so mong undanfarin ár? Ella fara okkara dreingir nú at taka ein endaspurt, sum røkkur føroyameistaraheitinum?

 

Fert tú ein túr oman á vøllin, meðan besta mansliðið hjá KÍ venur, kann væl henda, at tú rennur teg í onkra av legendunum í KÍ, sum í 50’unum og 60’unum gjørdu Klaksvíkar Ítróttarfelag til Føroya tá mest vinnandi fótbóltsfelag.

Millum hesar søguligu legendur teljast so frægir garpar sum Karl Isaksen, sum var tiltikin góður málmaður, og teir báðir framúr góðu leikararnir Jógvan Jacobsen og Steinbjørn Jacobsen.

Stuttligt er at møta hesum fryntligu og vinsælu monnum, sum í dag eru komnir eitt sindur upp í árini, og tú hevur ikki prátað leingi, til tú merkir, hvussu góðir hesir menn eru við okkara kæra felag.

Sjálvir hava teir sum leikarar vunnið nógv føroyameistaraheiti til Klaksvíkar, og tað er heilt týðiligt, at einki hevði glett hesar hetjurnar meir, enn at KÍ aftur rakk ovasta tindin eftir seinasta leikumfar og enn einaferð kundi kalla seg føroyameistara í bestu mansdeildini.

Nógv av okkum, sum í dag fylgja og stuðla KÍ, vóru ov ung ella ikki fødd, tá hesir menn myndaðu stórheitstíina hjá KÍ.

Gull-tíðin hjá KÍ vardi heilt frá 1952 til 1972, og í hesi samanlagt 21 árini vann okkara kæra felag føroyameistaraheitið í 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970, 1972, altso heilar 13 ferðir í 21 ár, svarandi til væl meir enn annað hvørt ár.

Tá ein hevur hesi flottu avrik og úrslit í huga, so kann tað ikki undra nakran, at hesir sigursvandu menn í dag leingjast eftir, at núverandi besta KÍ-liðið skal røkka uppaftur á føroysku fótbóltstindarnar.

Vit, sum hava fylgt KÍ síðan sjeyti árini, hava sæð nógvar góðar dystir, flott mál og søtar sigrar, men bert nakrar heilt fáar, einstakar ferðir hava góðu avrikini rokkið til gull.

Hóast hesa drúgvu tíð við so fáum gull-heiðursmerkjum til besta mansliðið hjá KÍ, so hevur einki annað føroyskt fótbóltsfelag so nógv trúføst viðhaldsfólk og stuðlar sum KÍ, og neyvan nakra aðrastaðni í landinum er fótbóltsáhugin í lokalsamfelagnum størri, enn hann er millum norðingar, bæði millum teir, sum búgva í Norðoyggjum, og so sanniliga eisini millum norðingar, búsitandi aðrastaðni.

Tí er neyvan ivi um, at tað er satt, sum ein regla í einum av gomlu KÍ-sangunum sigur: “KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk í Klaksvík býr”.

Meðan hesar reglur verða skrivaðar, eru níggju (9) leikumfør eftir í Betri-deildini hjá monnum, og seinastu tríggjar dystirnar hevur KÍ spælt tveir javnar og tapt ein.

Og nú er spurningurin: Verður sama skil í ár sum so mong undanfarin ár? Ella fara okkara dreingir nú at taka ein endaspurt, sum røkkur føroyameistaraheitinum?

“Den man elsker tugter man”, og um nakar hevur merkt hetta seinastu dagarnar, so er tað KÍ-leikarar, -venjarar, -leiðsla og -hjálparfólk, tí frustratiónirnar eru nógvar, og kenslubylgjurnar ganga høgt, tí viðhaldsfólkini eru vónbrotin av seinastu úrslitunum.

Enn er ikki alt farið, men nú má vend koma í, um kjansurin skal varðveitast, og tekur KÍ seg saman nú og vinnur tær næstu dystirnar, so kann skjótt koma spenningur í aftur kappingina.

 


Reisið tykkum aftur dreingir!

KOYR Á KÍ !!!

 

 
 
Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðsøki avreiðir á Eiði
Lands­kappingardystur nr. 500 hjá Fróða B…
Team Klaksvík spælir sín fyrsta heimadys…
Sera góður fiski­skapur hjá útróðrarbátun…
Alzheimers- og Skrúvuguðs­tænasta í Chris…
Lærusve­ina­skúli í Hvannasundi og á Viðar…
Upptakt: NSÍ-KÍ
Nýggir løgtings­grannskoðarar
Eitt takkarskriv fyri stuðul
Til minnis um Einar Jacobsen av Syðradal…
Mjølnir hevur tilmeldingardag
Eftir málsøkjabýtið: Útjaðarin uppaftur…
Gátufør frágreiðing um Samhaldsfasta
Ongin ógoldin rokning í Tinganesi
Bigge: Tunlarnir Norður um Fjall koma
Yvirlýsing: Samhaldsfasti riggar og skal…
Fult hús til vinnukvøld á Oyrarbakka
Dysturin um at bjóða B36 av
Olja á vegnum
Standmynd av Elinborg Lützen í Klaksvík