Lýsing
Lýsing
Lýsing

Almenn arbeiðspláss kring landið

SKRIVAÐ: Magnus Rasmussen, B  |  27.08.2019 - 14:03 Løgtingsval 2019 Politikkur

Teir flestu almennu stovnarnir liggja í høvuðsstaðnum. Orsøkirnar eru fyrst og fremst søguligar. Tá Føroyar av álvara byrjaðu at mennast, hava stovnarnir náttúrliga havt tørv á at ligið tætt hjá landsstýri og fyrisiting.  Nógvir stovnar hava nógv ár á baki og vóru upprunaliga ikki stórir í vavi. Sum frá er liðið, so eru uppgávurnar tó vorðnar fleiri, saman við vaksandi fólkatali, samfelagsmenning og nútímansgerð.

Grundgevingarnar fyri at halda fast um avgerðina at lata almennar stovnar húsast í høvuðsstaðnum hava verið rímiliga góðar, so leingi sund og firðir hava skilt oyggjarnar sundur. Men seinnu árini er samfelagið nógv broytt á hesum øki. Vit hava fingið vegir, brýr, tunlar og undirsjóvartunlar, soleiðis at nú er landafast har uml. 90% av fókinum býr, og tíðin at ferðast millum ymisku økini í landinum er minkað munandi.  Samstundis gongur tøkniliga menningin við óskiljandi ferð. Nú er heldur onki til hindurs fyri, at fólk úr øllum heimsins herðashornum sita á sama fundi yvir alnótina og uttan at flyta seg úr sínum skrivstovustóli.

Henda gongd, sum her er nevnd, er einki eindømi. Latið okkum bara hyggja til grannalond okkara, so síggja vit, at  gongdin hevur verið tann sama – tey almennu arbeiðsplássini hava – í størsta mun -  verið í høvuðsstaðnum. Tó, nú er broyting komin í, og í  Danmark, Noreg, Svøríki og Bretlandi er politiska skipanin farin at flyta almenn arbeiðspláss út um høvuðstaðin. Hetta er fyri at styrkja økini kring landið, tí gott og neyðugt er, at alt landið er sterkt.

Eg eri ikki talsmaður fyri at leggja upp til, at øll almenn arbeiðspláss skulu flytast úr høvuðsstaðnum – als ikki. Men eg haldi, at tíðin er komin til, at vit áttu at farið at arbeitt við einari skipaðari ætlan, hvussu teir almennu stovnarnir kundu verið staðsettir í Føroyum, við serligum altliti at teimum økjum í Føroyum, har fáir ella eingir almennir stovnar eru í dag. Ætlanin eigur at verða kjølfest í tí meginreglu, at grundgevingar eru fyri teimum ymisku staðsetingunum. Ein slík ætlan, sum so stigvíst verður verksett, kemur at gagna øllum tí føroyska samfelagnum – vit fara at fáa einar fjølbroyttar og sterkari Føroyar.

Fyri at slíkar ætlanir skulu eydnast, so eru nøkur viðurskifti, sum eiga at vera upp á pláss, áðrenn ein flyting verður framd. Tey eru:

·      Motivið, t.e. Hví skal ein stovnur liggja á einum ávísum stað?

·      Hóskandi í umhvørvi, t.e. passar inn í økið, har hann skal staðsetast (infrastrukturur, møguligir samstarvsmøguleikar, arbeiðsmegi o.s.fr.)

·      Mátin, t.e., at ein skilagóð, greið og neyv ætlan fyriliggur

 

Tá so nýggir almennir stovnar koma í verðina, so eigur sjálvandi eisini at hugsast um nevndu viðurskifti.

Eg veit væl, at nú fer onkur at siga, at soleiðis hongur tað ikki saman í veruleikanum. Tað ræður bara um, at tann sum sterkastur er dregur til sín og sítt øki. Eg eri ikki føddur í gjár, so eg eri ikki blindur fyri tí, men fyri tað, so haldi eg, at vit eiga at fáa argumentini í ordan, áðrenn avgerðir um at flyta ein almennan stovn ella byggja nýggjan verða tiknar.

 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og valevni fyri Sambandsflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing
KÍ missir helst fýra leikarar
Anfinn Í Toft á støð
Morgunmatarborðið veit
Hví eitur býurin Oslo?
Nes kommuna hevur latið inn ferðavinnuæt…
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast