Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Helgi Abrahamsen: BORGARLIG SAMGONGA - einasti møguleikin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  01.09.2019 - 19:03 Politikkur Tíðindi

Hóast ein partur av Sambandsflokkinum var misnøgdur við at Fólkaflokkurin fekk ov nógv av sínum politikki ígjøgnum seinast teir báðir flokkarnir vóru í samgongu og tað kanska eru onkur sambandsfólk, ið hveppa seg við at fara í samgongu við ein so sterkan Fólkaflokk, so skrivar Helgi Abrahamsen, næstformaður í Sambandsflokkinum á sínum Facebook vanga at í veruleikanum er bara møguligt at skipað eina borgarliga samgongu:

Helgi skrivar:

Vit í Sambandsflokkinum hava í valstríðnum ikki viljað sagt, hvørjum vit ætla í samgongu saman við eftir valið. Vit vita, at møguleikarnir fyri eini samgongu við Tjóðveldi eru smáir, og tí stendur valið millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Nakrir av okkara veljarum vilja helst hava eina samgongu við Fólkaflokkin, meðan aðrir heldur vilja hava Javnaðarflokkin. Vit hava tí sagt, at tað er veljarin, sum fyrst og fremst eigur avgerðina.

Nú hevur veljarin talað, og sigast má, at talan er greiðari, enn vit høvdu ímyndað okkum at hon fór at verða.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava bara 14 tinglimir tilsamans. Javnaðarflokkurin hevur útilokað eina samgongu við Fólkaflokkin, og tað merkir, at uttan so at Sambandsflokkurin og Tjóðveldi ganga saman, so skulu 4 flokkar til, fyri at skipa samgongu við Javnaðarflokkin.

Sjálvstýri kunnu vit avskriva, tí har situr Kristin Michelsen sum einasti maður, og hann er júst tveittur úr Javnaðarflokkinum, og sigur seg vilja hava Aksel V. Johannesen úr Tinganesi. So er bara ein møguleiki eftir, men hann krevur, at Framsókn og Miðflokkurin finna saman. Tað hendir neyvan.

Á borgarliga veinginum ber til at skipa samgongu við trimum flokkum (ABH ella ABF). Tann seinni av hesum báðum møguleikunum er neyvan møguligur í løtuni, men tað kann tó broytast skjótt, um Poul Michelsen verður fíntaldur úr løgtinginum.

Besti møguleikin í verandi støðu átti at verið ein ABC-samgonga, men her má sigast, at sitandi løgmaður, við at útiloka Fólkaflokkin, hevur málað seg uppí ein krók.

Vit lótu veljaran tala, og veljarin hevur talað. Í verandi løtu er helst bara ein veruligur møguleiki at telja uppí 17. - Men í politikki kann tó alt henda.

Kringvarpi visti at siga at andstøðuflokkarnir høvud havt fund sínamillum í dag, men enn hevur Løgmaður ikki lagt frá sær.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gevst í KÍ við fýra FM í fimm ár
Er bilurin klárur til veturin?
Mimmy vitjar Norðlýsið
Góða heystfrí
Vín og føroyskur matur í søguríka Biskup…
Dansivetu­rin byrjar
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Friður á pallinum: Nú er Selsdon klárur
Miðnám á Kambsdali: Almenn móttøka 20. o…
Føroyingar fyri friði fegnast um friðara…
Nýggjur KÍ sangur
Aftur tepurt tap
Klaksvíkar Rotary Klubbi: Vinnarin funni…
Kodio nýggi eigarin av Terminal.fo 
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Í heyst­fríðtíð­ini er svimji­høllin meira…
Framløga og frásøgn í Smæruni
Lýsing