Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri Banki vøkstur kring alt landið

SKRIVAÐ: Betri  |  03.09.2019 - 12:28 Tíðindaskriv Vinna

Úrslitið hjá Betri Banka áðrenn skatt fyri fyrra hálvár 2019 gjørdist 69,6 mió.kr. Úrslitið er í stóran mun ávirkað av góðu tíðunum í Føroyum.

“Farna hálvárið hava vit fingið nýggjar kundar og nýggj útlán og hava harvið vaksið um okkara inntøkur, og tað fegnast vit um. Vøksturin í sethúsalánum er um alt landið, men vit kunnu staðfesta, at vøksturin er lutfalsliga størstur uttanfyri Havnina,” sigur Jean Djurhuus, forstjóri.

Bankin hevur samstundis megnað at minka um útreiðslurnar, so harvið er grundraksturin í bankanum batnaður.

Nýggjar tænastur eru farna hálvárið bjóðaðar fram á marknaðinum, sum kundarnir hava tikið væl ímóti. Tað er til dømis sera vælumtóktu fjepparakortini, ið geva Betri-kundum møguleikan at fáa sítt føroyska fótbóltslið á gjaldskortið; men eisini Lumma appin til børn, og Apple Pay til fartelefonina.

Úrslitið er betri enn bankin metti við árslok 2018. Høvuðsorsøkin er serliga góðu tíðirnar í Føroyum, har kundarnir eru væl fyri fíggjarliga og tí røkja sínar lánsskyldur. Tað hevur ført við sær, at niðurskrivingar upp á útlán eru afturførdar. Eisini hevur bankin havt hægri inntøkur av lánsbrøvum enn væntað. Hesar inntøkur eru í ávísan mun óvanligar, men góða úrslitið kemst eisini av økta virkseminum í bankanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…