Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frits Johannesen í Galerie Focus

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  04.09.2019 - 09:12 Mentan Tíðindi

Frits Johannesen hevur framsýning í Galerie Focus, Lambagerði 1 í Havn, fríggjadagin 6. september kl. 16 - 18

Mimi Steintórsdóttir sigur nøkur orð & Johan Hentze og ein annar blása í horn tá framsýningin letur upp.

 

Framsýningin er opin til 19. september: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini opið eftir avtalu.

 

Frits Johannesen, f. 1944, hevur arbeitt sum lærari í fólkaskúlanum og verið kórleiðari í mong ár. Hann hevur sýnt fram á málningaframsýningum síðan 1969 í Føroyum, Danmark, Norra og Svøríki. Hann hevur listprýtt: Mentanarhúsið, relieff í sementi til Skjøldurin á Bønhúsinum á Hellunum, træskurð til Studentaskúlan á Kambsdali, træskurð til Sildaverksmiðjuna, træskurð til Hvalvíkar skúla, málað skjøldurin á Fuglafjarðar skúla saman við 10. flokki í myndlist 1997 og  barnagarðin Stropan á Kambsdali.

Frits Johannesen sigur, at í 1991 høvdu Marius Olsen, Torbjørn Olsen og Frits Johannesen málningaframsýning í Folkets hus í Umeå. Tá varð skrivað í Vestbottens folkeblad 25. mai 1991.

Frits Johannesen romantiserer inte utan bearbetar sina motiv synnerligen realististiskt och småt rande i en fundering, som har en viss knytning til vad finska konstnärligt iaktagende författere målare afstedkommer. Exsempelvis Elmer Diktonius för at nämna en som Johannesen syns ha ett visst släktskap med i hans visserligen sarkastiska, men dock varma karakteristik, uttrykt som "missfosterland".

Ja, tað er væl av vatni runnið í á, síðani tá, og penslarnir hava dansað á løriftinum fleiri aðrar dansir, men kanska er tað poetiska ikki so nógv broytt frá hesum degi. Krokodillan var ikki komin upp í myndina, ei heldur altarborðið undir Skalafjalli, ella fjallatónleikarar, Rinkusteinur, snjósóljugentan, skjøldrar, talgildir næmingar og seinasti tónleikarin fer úr Hattarvík, trinu ei heldur dansin....

Flytingar hava altíð verið í listini t.d. í surrialistiskari list. Tá ið vit síggja Grindadrápið hjá S.J. Mikines, so er hvalurin, sum ger ein vørr, fjøðurin, sum er spent. Hetta er sjálvandi hvalurin, sum ger spenningin, sum kann verða øgiligur í einum grindadrápi.... og so váknini, sum eru í handføstum - og leysum lofti.

Krokodillan kann eisini gera ein vørr. Hon hevur livað í eini seksti milliónir ár á Guðs grønu jørð, men í málningunum liggur hon á knøunum á klaverleikaranum í einum boga, ikki  krýkin ella boygd, men í einum árvaknari støðu og lurtar eftir tónleikinum. Her er spenningur í. Nú standa menninir (tónleikararnir) ikki  við  váknum, men bogum og strúka síni ljóðføri. Tangentarnir - bæði svartir og hvítir, dansa á klaverinum og harmonikan við sínum bylgjandi barmi ger eisini ein vørr. So her er nógv rørsla í.... Krokodillan, hon lurtar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur