Lýsing
Lýsing
Frá kjakfundinum á Skúlatrøð undan løgtingsvalinum | Mynd: Oliver Joensen

Vinnandi andstøðan: 14 útjaðaraumboð og tvær kvinnur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.09.2019 - 11:35 Leiðarin Politikkur

Av teimum nýggju 33 tingfólkunum búgva 15 í miðstaðarøkinum og 18 kring landið. Tað sampakkar næstan við býtið av fólkatalinum, har Suðurstreymoy tó hevur fingið 1 umboð fleiri enn fólkatalið rættvísger, og útjaðarin samsvarandi 1 umboð færri. Men so javnt fordeilt er tað avgjørt ikki, um vit hyggja at hvør valdi andstøðu og hvør valdi samgongu.

Býta vit umboðini á tey gomlu valdømini, sær býtið soleiðis út: Norðoyggjar 4, Eysturoy 5, Norðstreymoy 1, Vágar 3, Suðurstreymoy 15, Sandoy 0 og Suðuroy 5.

Av teimum 18 í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Sjálvstýri og Miðflokkinum eru heili 14 búsitandi í útjaðaranum. Øll tey 4 í Norðoyggjum, øll tey 5 í Eysturoynni, tann eini í Norðstreymoy, 2 av trimum í Vágum og 2 av 5 í Suðuroynni. Í Suðurstreymoy fall tað soleiðis at 4 av teimum fimtan, ið vald vórðu har, búgva í Suðurstreymoy, meðan heili 11 hoyra til samgonguna seinastu fýra árini.

Heilt merkisvert er tað eisini, at allir teir 4 í gomlu andstøðuflokkunum, sum búgva í Suðurstreymoy, eru tilflytarar til Havnar. So ikki kann sigast annað enn, at teir fýra flokkarnir ABDH eru útjaðaraflokkar fyrst og fremst, tó við ísletti úr miðstaðarøkinum. Kaj Leo Johannesen er úr Mykinesi, Christian Andreasen av Toftum, Jenis av Rana av Tvøroyri og Johan Dahl er úr Vági.

 

Kvinnurnar savna seg um Tjóðveldi

Hyggja vit at kvinnuumboðanini, so minkaði hon leygardagin niður í 8. Teir tríggir stóru, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava eina einstaka kvinnu hvør og so antin 6 ella 7 menn. Í Tjóðveldi er hetta lutfallið júst tað øvugta, tí hann hevur 5 kvinnur og so ein einstakan mann. Meira enn 60% av kvinnunum á tingi eru sostatt í sama flokki.

Her er kanska vert at nevna, at í gomlum døgum var Tjóðveldisflokkurin ein fiskimannaflokkur burturav. Stovnarin og formaðurin í fleiri áratíggju, Erlendur Patursson, var eisini formaður í Fiskimannafelagnum, og var kendur fyri at standa øksl við øksl við sjómenninar. Tá í tíðini var fiskimannayrkið eitt mannfólkayrki burturav, og tað kom so gott sum ikki fyri, at nøkur kvinna mynstraði. Tí er tað ein stór broyting frá teirri tíðini, at kvinnurnar nú skulu vera í stórum meiriluta í flokkinum.

Samanumtikið er kvinnuumboðanin á Løgtingi í dag 24% ella ein knappur fjórðingur.

 

Burtur við dupultmandatunum

Kristin Michelsen er eitt fenomen í sær sjálvum. Hann troðsar allar samfelagsfrøðiligar lærubøkur og megnar nakað, sum ikki ber til í teoriini. Longu á kommunuvalinum í 2016 stovnaði hann nýggjan flokk – og vann valið. Og nú til løgtingsvalið kom hann á ein lista fáar minuttir áðrenn evstamark – og vann valið. Hann bæði bjargaði feldi Skorheim samstundis, við tað at hann bjargaði flokkinum umboðan, men óviljað ofraði formannin fyri at kunna tað.

Hann er tann einasti eftir á tingi, ið hevur dupultmandat. Fólkið feldi Anniku Olsen, Paula Trond Petersen, Jógvan Skorheim og samstundis vrakaðu tey allar teir uppstillaðu borgarstjórarnar Tórbjørn Jacobsen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Brand Sandoy, Sonna á Horni, Heðin Zachariasen, Artur Johansen og Jóhan Christiansen. Hartil rakk fólkatingslimurin Sjúrður Skaale heldur ikki inn á ting.

Hetta merkir tó avgjørt ikki, at fólkið ikki vil hava lokalpolitikarar á ting. Tað vildu tey, bara ikki tey við dupultmandati. Tí fleiri fyrrverandi borgarstjórar komu inn í hitan – Magnus Rasmussen, Rósa Samuelsen, Poul Michelsen og Heðin Mortensen vunnu øll tingsess. Hartil eru bæði Beinir Johannesen og Bjarni Hammer meinigir býráðslimir. Hetta telur sjálvsagt ikki sum dupultmandat, tí meinigir býráðslimir hava ein sera lágan starvsbrøk.

 

Samanumtikið

Taka vit saman um, kann sigast, at útjaðarin liggur heilt væl fyri eftir hetta valið. Hann eigur 14 av 18 umboðum í tí, sum er mest upplagdi samgongumøguleikin. Men hóast fólkið ynskir útjaðaran væl umboðaðan, so ynskir tað at fólk eru á tingi fulla tíð og ikki hava borgarstjórasessir at røkja við síðuna av. Kvinnuumboðanin kvinkaði nakað aftureftir, og tað endaði við at 6 kvinnur á tingi eru úr miðstaðarøkinum, 2 úr útjaðaranum. Og 5 av hesum eru í sama flokki.

Eitt heldur keðiligt nýtt met varð sett á løgtingsvalinum. Nýggi Føroyaflokkurin við Hjalmari Zachariassen á odda er nú tann flokkurin sló bæði 21-ára gamla metið hjá Verkamannafylkingini sum flokkurin við fægstum atkvøðum, og 11-ára gamla metið hjá Miðnámsflokkinum við fægst prosentvísum atkvøðum. Metið hjá Verkamannafylkingini var 215 atkvøður og tað hjá Miðnámsflokkinum 0,7% av atkvøðunum. Føroyaflokkurin fekk leygardagin einans 165 atkvøður og 0,5%.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…