Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hotell Hilton Garden Inn verður í løtuni bygt í Tórshavn og skal standa liðugt í 2020. | Mynd: PR-mynd hjá Atlantic Airways.

Nýtist Føroya Landsstýri at eiga hotellvirksemi? Nei!

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  04.09.2019 - 19:58 Tíðindi Vinna

Tá Atlantic Airways fór undir at byggja Hotell Hilton, mótmælti gistingarhúsvinnan hesum. Vísandi til armslongdina til almenna flogfelagið, avvísti vinnumálaráðharrin at steðga teimum í at víðka um virksemi sítt. Er hetta í tráð við eigarapolitikk landsins?

Ferðavinnan blómar, og sæst hetta millum annað aftur í, at fleiri nýggj gistingarhús verða bygd og útbygd í Havnini í løtuni. Talið av hotellkømurum væntast sostatt at tvífaldast komandi árini við byggingini av Hotell Brandan (hjá Smyril Line samtakinum), Hotell Hilton (hjá Atlantic Airways og pensjónsfelagnum Lív) umframt útbyggingini av Hotell Føroyum (hjá Gist & Vist). Talan er helst um íløgur fyri útivið hálva miljard krónur tilsamans.

Tá Atlantic Airways í fjør boðaði frá, at tey saman við pensjónsfelagnum Lív ætlaðu at byggja Hotell Hilton í Havn, mótmælti gistingarhúsvinnan hesum vísandi til ójavna kapping og óneyðuga uppíblanding frá almennari síðu. Poul Michelsen, landsstýrismaður, avvísti í samrøðu í Degi og Viku at steðga almenna flogfelagnum í at víðka sítt virksemi. Hetta gjørdi hann vísandi til armslongdina millum hann og flogfelagið.

Ein viðkomandi samfelagsbúskaparligur spurningur at seta er tí, hvørt Føroya Landsstýri nýtist at eiga hotellvirksemi. Og harnæst um tað er í tráð við eigarapolitikk landsins, at landsstýrismaðurin fráskrivar sær ábyrgdina av, at almenna flogfelagið víðkar munandi um sítt virksemi frá einans at fáast við flogflutning til nú eisini at byggja og reka Hotell Hilton.

Eigarpolitikkur landsins ásetir leiðreglur

Í mars 2018 almannakunngjørdi landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum nýggjan eigarapolitikk fyri landið, sum er eitt skjal við leiðreglum um, hvussu tað verður tryggjað, at vinnufeløg landsins verða rikin á ein munadyggan, gjøgnumskygdan og ábyrgdarfullan hátt.

Sambært eigarapolitikkinum skal virkni eigaraleiklutur landsins stuðla undir, at málsetningurin við eigaraskapi landsins verður rokkin. Tí er eisini alneyðugt at gera greitt, hví landið yvirhøvur eigur, og hvat málið við felagnum og eigaraskapinum er. Krøv og karmar skulu setast felagnum, soleiðis at vinnufeløg landsins ikki gera sær dælt av almenna eigaranum í møguligari kapping við privat feløg.

Almennu vinnufeløgini stóran týdning

Eigarapolitikkurin er eitt kærkomi høvi hjá Landsstýrinum at fáa skipaðar karmar kring almennu vinnufeløgini, sum tilsamans hava ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum. Landið eigur allan partapeningin í 9 partafeløgum og er minnilutaeigari í 5 feløgum, harumframt eigur landið ella hevur áhugamál í sjey vinnuligum stovnum og grunnum. Hesi hava ein árligan umsetning á 2,8 milliardir krónur, ein samlaðan eginpening á 4 mia. kr. og eru arbeiðspláss hjá útivið 1500 fólkum.

Millum hesi telist eisini Atlantic Airways við einum umsetningi á góða hálva milliard krónur, eini eginogn á 242 mió. kr. og 184 starvsfólkum. Pensjónsfelagið Lív verður ikki nevnt í skjalinum um eigarapolitikk, men sambært heimasíðuni hjá Lív, hevur dóttirfelagið Lív III eina negativa eginogn á slaka milliard krónur, sum landið veðheldur fyri. Lív III (við landskassaveðhaldi) hevur sett váðafúsan pening í nýggja Hotel Hilton, sum almenna flogfelagið skal reka. Sostatt hevur landið átikið sær vága í nýggja Hotell Hilton umvegis bæði flogfelagið og pensjónsfelagið.

Grundgevingar fyri almennum eigaraskapi halda ikki

Í eigarapolikki landsins verður ásett, at tað fyri hvørt felag skal gerast eitt strategiskt skjal, sum alment skal grundgeva fyri, hví landið yvirhøvur skal eiga hetta vinnuliga virksemi. Sum meginregla verður vinnuligt virksemi á handilsligum grundarlagi rikið av privatum. Í tí sambandi vera fýra møguligar orsøkir givnar fyri almennum eigaraskapi:

  1. Tamarhald á týðandi undirstøðukervi
  2. Veitingartrygd
  3. Felagsins handilsliga grundarlag byggir á, at landið eigur
  4. Onnur samfelagslig atlit

Fyri hvørt felag sær eigur at verða mett um, hvørt tað er skilabesta loysnin, at landið eigur, ella tað eru onnur amboð, sum eru meira hóskandi at røkka endamálinum. Yvirhøvur hevur gongdin í grannalondunum verið, at uppgávur, har tað eru serlig almenn áhugamál uppi í, verða loystar við øðrum amboðum m.a. loyvum og lóggávu.

Flogferðaflutningur er týðandi undirstøðukervi í Føroyum, har ávís krøv til veitingartrygd eisini kunnu koma upp á tal. Hóast onki strategiskt skjal fyri Atlantic Airways er almannakunngjørt enn, finnast tí haldgóðar grundgevingar fyri almennum eigaraskapi av flogfelagnum. Hinvegin er sera torført at fáa eyga á haldgóðar grundgevingar fyri, at tað almenna skal eiga og reka hotellvirksemi í samstarvi við amerikonsku hotellketuna Hilton. Privatriknu gistingarhúsini eru longu í virknari kapping, har fleiri av verandi fyritøkum gera stórar íløgur fyri at víðka um kapasitetin til at handfara vaksandi ferðafólkatalið. Ongin tekin eru tí um, at privata vinnan ikki megnar uppgávuna til fulnar sjálv.

Eigarapolitkkurin áleggur landsstýrinum ábyrgd

Sum áður nevnt vísti Poul Michelsen til armslongdina, tá hann skuldi grundgeva fyri, at landsstýrið ikki fór at steðga Atlantic Airways í at víðka um sítt virksemi til eisini at fevna um hotellvirksemi, hóast privata hotellvinnan mótmælti hesum. Og tað er eisini rætt, at eigarapolitikkur landsins skal tryggja, at tað er ein armslongd millum politisku skipanina og dagligu leiðsluna av almennu vinnufeløgunum.

Men eigarapolitikkurin áleggur eisini landsstýrinum at vera ein virkin partaeigari, sum umvegis aðalfund og nevndarval tryggjar áhugamálini hjá skattaborgarunum sum partaeigarar. Soleiðis áleggur eigarapolitikkurin landsstýrinum og vinnufeløgum landsins at gera eitt strategiskjal, sum grundgevur fyri almenna eigaraskapinum og greitt nágreinar virksemi, sum felagið skal fáast við.

Strategiska kósin bleiv grundleggjandi broytt

Tí var tað eisini ov lætt sloppið av Poul Michelsen at vísa til armslongd og viðtøkur felagsins, tá hann avvísti at gera nakað við mótmælini frá verandi gistingarhúsvinnu. Sambært eigarapolitikkinum skulu broytingar í strategsku kósini góðkennast av eigaranum. Í døminum við hotellvirkseminum hjá Atlantsflog er talan um rættiliga stóra broyting í virkisgrundarlagnum, har felagið tekur upp kapping við privatriknu gistingarhúsini, sum tey áður hava flogið viðskiftafólk til. Hóast Lív (lutvíst við landskassaveðhaldi) átekur sær ein stóran part av íløguváðanum, átekur Atlantsflog sær ein stóran rakstrar- og umdømisváða við at fara undir hotellvirksemi.

Eitt dagført strategiskjal skal gerast, har tað sum útgangspunkt er trupult at fáa eyga á skynsomum grundgevingum fyri almennum eigaraskapi av hotellvirksemi. Vaksandi ferðavinnan fer harumframt óiva krevja stórar íløgur í flogfør framyvir. Kappingin við SAS setir dagsskránna fyri flogflutningin, og har tykist hotellvirksemi ikki at styrkja kappingarførið.

Sum minstamark eigur Landsstýrið sambært eigarapolitikkinum at seta flogfelagnum og hotellvirkseminum avkastkrøv samsvarandi tí, sum ein privatur eigari vildi kravt. Deils tí privatriknu gistingarhúsini annars vera í vanbýti í kappingini við almenna flogfelagið, og deils tí landið annars heldur eigur at seta váðafúsa peningin í virksemi, sum gevur hetta avkast.

Nýggja løgtingið má eftirmeta virkna eigaraleiklutin

Landsstýrið hevur samtykt ein eigarapolitikk fyri landið, sum áleggur landsstýrinum nakrar skyldur mótvegis skattaborgarum landsins. Hetta er skynsamt, tí umvegis landið eiga skattaborgararnir ein stóran part av føroyska vinnulívinum. Nú eigarapolitikkurin hevur verið galdandi í hálvtannað ár, eigur komandi løgting at tryggja sær, at landsstýrið eisini livir upp til sín egna eigarapolitikk. Hetta inniber eitt nú, at strategiskjøl verða gjørd og almannakunngjørd, sum tryggja áhugamál landsins og skapa gjøgnumskygni og fortreytir fyri javnbjóðis kapping.

Í tí sambandi eigur ein virkin støðutakan til framhaldandi alment eigaraskap at vera gjørd. Hetta er ikki bert galdandi fyri almenna flogfelagið, men eisini fyri eitt nú Føroya Tele og BankNordik.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…