Lýsing
Lýsing
Lýsing

Cut 'N' Move verða við til Vit elska 90ini

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.09.2019 - 10:52 Mentan Tíðindaskriv

Skráin til risatiltakið, sum verður í Hoyvíkshøllini tann 12. oktober er um at taka skap. Vit kunnu nú avdúka, at frum-dance bólkurin Cut 'N' Move kemur at upptraðka til Vit elska 90ini.  

Ert tú til pumpandi rútmur, hip-hop og rapp? So er Cut 'N' Move júst fyri teg. Danski dansibókurinun varð stovnaður í 1989, og hevur áður verið skýrdur sum fyrsti “dance” bólkur í Danmark. Cut 'N' Move kollvelti popppallin í Danmark, tá tey góvu út plátuna “Get Serious”, og heitislagið gjørdist eitt hitt kring allan heim. Tónleikurin er eitt samanbland millum hip-hop/dance/rap. Tað er lívligt, popputt og frískt.

Í grein um Cut 'N' Move í donskum miðlum var bólkurin róptur “Stóribeiggin hjá Aqua”. Hetta vitnar um týdningin, Cut 'N' Move hevur havt á danska tónleikapallin.

Atgongumerki fáast á ebillet.fo. Tað eru tvey sløg av atgongumerkjum. Tú kanst keypa vanlig atgongumerki fyri kr. 395,- ella “Alt í einum atgongumerki”, sum gevur tær atgongd til tiltakið og fría barr í Hvonn básinum. “Alt í einum atgongumerki” kostar kr. 795,-.

Vit elska 90ini er stuðlað av Atlantic Airways, Okkara og Hvonn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG