Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom illa fyri millum keiirnar í Klaksvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.09.2019 - 11:35 Mentan Myndarøð Tíðindi

Týsdagurin 22. august kundi verið lagnudagurin hjá 73 ára gamla Jákupi Petersen, fyrrverandi yvirlækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Jákup Petersen sigur um hendingina fyri umleið 10 døgum síðani: Full fjóð er klokkan 5 hendan morgunin. Eg skuldi taka bátin hjá mær upp í vetrarlegu, sum eg havi ímillum Hjalla, saman við øðrum. Hetta plagi eg at gera tíðliga um morgunin, soleiðis at eg kann koyra ígjøgnum býin við bátinum, á vogni aftan úr bilinum.

Bakkaði á sjógv

Hendan morgunin brúkti eg volvobilin hjá konuni, tí hann hevur krók og sterkan motor. Tað tók sína tíð at rigga meg til. Eg eri nevniliga ógvuliga vánaligur at bakka við bátavogninum afturút, men fáið eg tað tíð tað tekur, so plagar tað at ganga gott.

Eg fór á dráttin ímillum stórukai og lítlukai úti í Klaksvík. Bakkaði so vognin oman eftir dráttinum, soleiðis at hann fór hálvur undir. Síðani fór eg úr bilinum at hyggja, men kom til tað niðurstøðu at eg skuldi bakka um ein metur longur oman.

So fór eg inn aftur, trýsti á fótbremsuna og loysti elektrisku hondbremsuna og bakkaði umleið ein metur afturat.

Bremsan

So hendir feilurin. Eg var ikki vitandi um, at fótbremsan heldur í eini fýra sekund eftir at tú hevur slept henni við bilinum standandi í brekku. Hetta er tíðin roknað verður við, at tað tekur tær at loysa ella seta hondbremsuna. EG sleppi fótbremsuni, bilurin stendur stillur, so haldi eg at eg havi trýst á hondbremsuna, men tað havi eg helst ikki gjørt.

Í tí eg skal lata hurðina upp og fara út úr bilinum, sleppur fótbremsan, eg gerist so ørkymlaður, at eg fáið onki gjørt fyrr enn bæði vognur og bilur eru á floti. Alt hetta hendir áðrenn eg havi tikið bátin upp á vognum.

Bilurin rullaði víðari

Onki fáið eg nú gjørt. Ikki kann eg lata hurðarnar upp uttan at bilurin søkkur. Men eg rokni ikki við at her er nakar stórvegis vandi, tí eg rokni við at her er grunt. Men bilurin blívur við at rulla út eftir botninum, sjógvurin byrjar at koma inn framman alt ímeðan eg sitið í bilinum.

Tá gongur tað upp fyri mær, at eg má sleppa mær út úr bilinum sum skjótast.

Trýstið á knappin fyri at fáa vindeyguni upp framman, ongin reaktión.

Upp á takið

Trýsti fyri at fáa vindeyguni upp aftan og til alla lukku fór høgra vindeygað aftan upp.

So tók eg meg afturum á baksetri, fór út gjøgnum vindeyga aftan og tók meg upp á takið. Eg var turrur tá eg var komin upp á takið.

Hvussu hetta er eydnast mær veit eg onki um. Eg var í tjúkkari yvirlivilsisdrakt og tí er tað ikki bara sum at siga tað at koma aftur á baksetri og síðani út ígjøgnum vindeygakarmin. - Men, sigur Jákup hugsunarsamur, tað var tað sum hendi.

Ringdi heim

Komin upp á takið, var tað fyrsta eg gjørdi, at ringja til Julionnu, konuna, vanliga hevur hon proppar í oyrunum fyri at sova, men til alla lukku, ikki hendan morgunin, so hon svarar telefonini beinan vegin. Tað var sera heppi, tí tíðin eg fekk at tosa við hana bleiv sera avmarkað bert eitt stutt bil.

Draktin tarnaði

Eg segði við hana: “ bilurin er farin á sjógv og eg standi á takinum á honum, ring 112 beinan veg”. Í meðan eg tosið tekur at blása ógvusliga undir mær, og áðrenn eg veit av, søkkur bilurin undan mær, sum ein steinur. Eg fór undir allur sum eg var.

Fyrr var eg hampuliga góður svimjari, so eg tók meg skjótt upp aftur so høvdið kom upp og eg kundi anda. Men trupulleikin var, at draktin, sum eg var í, stóð hálvt opin og var full av sjógvi. Tá eg so setti á at svimja, var tað sum 50 kilo hingu aftur úr mær, eg kom snøgt sagt næstan ikki av fetanum. Eg meti, at við hvørt takið kom eg bara einar 10 til 15 sentimetrar fram. Tað virkaði alla tíðina sum um okkurt vilt draga meg niður í dýpið, hetta var sjógvurin í draktini orsøkin til.

Tyngsta takið nakrantíð

Aftaná eitt av teim allar tyngstu tøkunum hjá mær nakrantíð, náddi eg fram til kaiina og fekk í eitt av dekkunum, ið har hekk. Settið annan albogan niður í dekkið og bleiv hangandi.

At koma upp úr sjónum var ikki hugsingur um. Eg kundi ikki taka meg 10 sentimetrar upp, so stóð fast. Hugsaði um, at taka meg inn til næsta dekk, men tað eydnaðist mær ikki, tí hvørja ferð eg royndi at toyggja meg, var eg um at missa takið við alboganum í hinum dekkinum og vildi glíða niður aftur í dýpið.

Kreftirnar ganga undan

Nú byrjaði eg at kenna á mær, at kreftirnar byrjaðu at ganga undan, serliga ringt var, at eg byrjaði at missa følilsi í arminum.

Bara eitt var at gera hjá mær nú, tað var, at hanga stillur í hesum gummiringinum og bíða til hjálpin vónandi kom, og tað skjótt.

—-

Kona mín, Julianna, sum eg hevði ringt til, hevði gjørt sum eg segði henni, hon ringdi beina leið til 112. Tá hon síðani kemur upp, eftir hesa heldur óvandaligu útpurringina, møtir hon dóttrini Mathildu, sum spurdi hvat var áfatt. Julianna fortelur at babba er farin á sjógv við bilinum og at hann stendur á takinum. Ja men, so mugu vit beinan vegin fara at leita, sigur Mathilda. Julianna sigur, at tað kann ikki hava so vornan hast, tí hon hevur ringt til 112. Hon hevur sjálvandi onki fingið at vita um vandan, sum maðurin var í. Mathilda góðtak ikki hetta, hon fór beinanvegin í bilin og koyrdi yvir um Vágna, har hon visti, at vit plagdu at fást við bátin. Hon kom til staðið um somu tíð, sum politistarnir.

Ímeðan eg hangi har í einum bilringi við Lítlukkei, eru politistarnir farnir at leita eftir mær, teir eru tveir í bili. Frá Julionnu fingu teir ikki neyvt at vita hvar eg var, so fyrst fóru teir á Klaksvíkar Sleipistøð, tá teir onki funnu har, so runt Klaksvík og á keiina. Bilurin hjá teimum var útgjørdur við einum ljóskastara, so so skjótt teir steðgaðu við dráttin, lýstu teir beint á meg, har eg hekk í bilringinum í náttarmyrkrinum.

Vildi illa sleppa

teir komu skjótt til tað niðurstøðu at tað gekk ikki at fáa meg upp á kaiina. Eg sá at annar politisturin legði telefon og onnur ting frá sær, vassaði oman í dráttin, til bert høvdið var undan, tók í eitt dekk, og lesti seg út eftir dekkunum til hann kom til mín eini 6-8 dekk longur úti. So rætti hann hondina til mín. Eg var so lúgvaður nú, at eg tordi illa at sleppa takinum við hinum arminum. Men hann togaði bara í hondina, so eg var noyddur at sleppa og kom inn til næsta dekkið. Hann bleiv við, so at enda funnu vit stev og komu inn til dráttin. Tá eg skuldi byrja at ganga niðan eftir dráttinum, kundi eg ikki ganga, tí draktin var full av vatni. Eg mátti lata meg úr stivlunum og mátti bíða til sjógvurin bar runnin úr draktini áðrenn eg kundi flyta meg víðari fram. Framvegis var eg ikki kaldur.

Teir eiga lívið í mær

Politiið setir síðani sínar vanligu spurningar, um hvat var hent og hvussu og hildu síðani, at tað frægasta var at eg fór niðan á sjúkrahúsið. Sjálvur helt eg at frægast var at eg fór heim.

Mathilda dóttir mín koyrdi meg so til hús.

Hugsanir aftaná

Eg má siga, at hesir báðir politistarnir eiga lívið í mær. Teir komu í tøkum tíma, eg hevði ikki kreftur til at hanga nógvar minuttir afturat niður við keiini. Aftaná eri eg farin at hugsa, at komu teir bara nakrar minuttir seinnu, so høvdu teir onki funnið, ongan vogn, ongan bil og ongan mann.

Eisini minnist eg frá svimjingini, sum var so ótrúliga tung í draktini og stivlum, at eg hugsaði, at nú fari eg undir og eg komi ikki upp aftur. Men tað var eitthvørt sum gjørdi, at eg tá fekk nýggjar kreftir og eitthvørt í kroppinum gjørdi at eg vildi yvirlivað og gav mær eyka megi.

Eisini hava mínar hugsanir gingið aftur til aftara rútin á bilinum vinstrumegin, sum fór upp hóast elskipanin í bilinum var undir í sjógvi og tað, at eg kundi ringja til konuna uppi á takinum á bilinum.

Har vóru nógv fyribrigdi sum søgdu mær, at mín tíð var ikki komin og eg takk politistunum fyri, at teir bóru so skjótt at.

Av politistøðini fingu vit at vita, at Julianna ringdi klokkan 0410 hendan morgunin, og at politistarnir vóru á staðnum klokkan 0421.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað
Spenningur til síðsta dyst í Føroya Tele…
Jens Johan Dam nýggjur formaður í Betri
Svar til Anniku S. Biskopstø - skeiv tøl
Veðrið í vikuni
Myndir frá Kórstevnuni
At knúsa grót er ikki grønt