Lýsing
Lýsing
Lýsing
San Pedro kirkjan í Gijon | Mynd: Jóhann Lützen

Gijón: Frá rómverskari yvir barbariska til føroyska innrás

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.09.2019 - 20:33 Leiðarin Mentan Myndarøð Vinna

Spanski býurin Gijón í Norðurspania, ið er karmur um landsdystin Spania-Føroyar, hevur eina 7.000-ára langa søgu. Hann hevur verið hersettur av rómverjum, barbarum, muslimum og øðrum spaniólum, og hevur upplivað at verið brendur í grund og verða bygdur uppaftur. Í dag er talan um ein livandi bý í stórum vøkstri.

Eftir umleið 5.000 ár í friði og fyri seg sjálvan varð býurin Gijón fyrst hertikin av rómverjum og síðani barbarum tær fyrstu øldirnar eftir okkara tíðarrokning byrjaði. Orðið barbarur kemur frá teimum afrikonsku berber-stammunum í norður- og útnyrðings-Afrika, men vit vita, at rómverjarnir brúktu orðið barbarar um fleiri onnur fólkasløg enn bert tey norðurafrikonsku, nakað tað sama sum føroyingar brúktu “turkar” um undir sjóránunum í 1600-talinum.

Í 400-talinum høvdu hesir barbararnir drivið rómverjar úr Gijón. Tað áður so sterka rómverska heimsveldið var í upploysn og megnaði tí ikki at senda styrk til Norðurspania ella aðrar provinsir í heila tikið. Barbararnir vóru í Gijón í 200 ár, men lótu valdið til vestgotiska kongin Sisebut í 600-talinum.

Í árinum 714 var tann stóra innrásin av muslimum á Iberisku Hálvoynni. Teir tóku alla hálvoynna, har Spania og Portugal nú liggja, eisini Gijón. Nógv stríð hevur verið um býin, og tær komandi øldirnar var hann merktur av bardøgum millum ymiskar herførarar, spanskar og muslimskar, eins og innanhýsis spanskar. Verst stendur til, tá vit koma upp í 1300-talið, og býurin verður brendur í grund.

Í 1500-talinum verður byrjað at byggja Gijón uppaftur, og í 1600-talinum er hann aftur ein stórbýur. Eins og í Føroyum var tað fiskivinnan, sum gjørdi Gijón til ein veruligan ídnaðarbý og fekk hann til at vaksa skjótt. Jarnbreytin, sum kom í 1800-talinum, skundaði enn meira undir gongdina, og tað sama gjørdi stóra ídnaðarhavnin El Musel, ið kom í 1893, ið var tann fyrsta av sínum slagi á allari iberisku hálvoynni.

Í 1857 búðu einans 23.621 fólk í Gijón, men í dag (2018) var hetta talið meira enn tíggjufaldað til 271.843 fólk. Býurin hevur tvey universitet, eitt tekniskt universitet og eitt fjarlestraruniversitet, og sín egna flogvøll. Gijón liggur í landspartinum Asturias í norður-Spania, har hann er størsti býur og størsta kommuna í landspartinum, men tó ikki landspartahøvuðsstaður. Landspartahøvuðsstaðurin eitur Oviedo og liggur 25 kilometrar sunnanfyri.

Tey sum kenna til Spania vita, at teimum hevur ikki dámt at gera havnarbýir til høvuðsstaðir. Sjálvur høvuðsstaðurin Madrid liggur mitt inni í landinum, og landspartahøvuðsstaðurin Oviedo og fleiri aðrir við honum liggja somuleiðis innarlaga í landinum og burtur frá sjónum. Hetta kann tykjast løgið, havandi í huga stóra týdningin, fiskivinnan hevur fyri Spania, men sigst hava við tað at gera, at tað var lættari at verja býirnar frá álopum, um teir ikki lógu við sjógv.  

Sum í øllum Spania er tað katólska trúgvin, sum setir størstan dám á trúarlívið í landinum. At katólska trúgvin stendur so sterk er fyrst og fremst vegna mongu álopini sunnanífrá, serliga frá muslimum og barbarum, sum nevnt omanfyri. Men orsøkin er eisini ein onnur. Undir spanska borgarakrígnum vóru republikanararnir, ið taptu, fyrst og fremst ateistar, meðan síðan hjá Francisco Franco, ið vann, var tjóðskaparligt-katólsk, sum tað æt.

Franco gjørdi katolicismuna til lógarkravdan átrúnað í Spania, og hetta helt sær fram til 1975, tá Franco doyði, og nakað aftaná. Í 1975 fór stjórnin undir at gera reformar, og í 1982 vóru avmarkingarnar fyri aðrar átrúnaðir enn katolicismu, og ateismu, sleptar. Nú er trúarfrælsi í Spania, men nógv tey flestu eru framvegis katólsk, knapt 69%. Ateistar og agnostikarar eru næststørsti bólkurin, 27%, og aðrir átrúnaðir telja bert knøpp 3%.

Tað, sum føroyingar tó best munnu kenna býin fyri, er fótbólt. Sporting de Gijón spælir við í fremstu sponsku deildini, La Liga. Tað er á teirra heimavølli, tí stóra stadion’inum Estadio del Molinon, ið hevur 30.000 sitipláss, at spanska landsliðið fer at taka ímóti føroyingum kl. 19:45 sunnukvøldið.

Norðlýsið verður á stadion í annaðkvøld. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…