Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóannes Bjartalíð fær sín fyrsta dyst frá byrjan

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.09.2019 - 13:10 Ítrottur Tíðindi

Nú er uppstillingin váttað.

Fsf.fo skrivar: Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava nú kunngjørt, hvørjir teir fyrstu 11 verða, sum í kvøld klokkan 20:45 lokala tíð byrja inni í EM-undankappingardystinum móti Spania, sum verður á Estadio El Molinón í Gijón í norðurspania.

 

Venjararnir hava gjørt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin móti Svøríki farna hósdag.

 

Út eru farnir Árni Frederiksberg, Rene Shaki Joensen og Hørður Askham, og inn eru komnir Jóannes Bjartalíð, Heini Vatnsdal og Klæmint Andrasson Olsen.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen, og í álopinum vera Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen og Jóannes Bjartalíð.

 

Eykaspælarar eru Kristian Joensen, Teitur Matras Gestsson, Andreas Eriksen, Magnus Egilsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Rene Shaki Joensen, Árni Frederiksberg, Meinhard Olsen og Patrik Johannesen.

 

Landsdysturin millum Spania og Føroyar byrjar klokkan 20:45 lokala tíð í Spania. Tað er klokkan 19:45 føroyska tíð. Væntandi verða umleið 22.000 áskoðarar til dystin.

 

Í 1997 spældu Spania og Føroyar undankappingardyst á júst sama stadion. Tá gjørdist úrslitið 3-1 til spaniólar. Føroyska málið skoraði Jens Kristian Hansen, tá hann beint fyri hálvleik minkaði um munin til 2-1.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Lýsing