Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ikki rætt at stórur partur av innsavnaðum peningi ferð til umsiting

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.09.2019 - 08:31 Tíðindi

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya: - Nú Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya hevur verið, hava eg og mong við mær enn einaferð møtt tí afturvendandi atfinning, at vit brúka mesta partin av innkomna peninginum til umsiting.

Jóannes Eidesgaard skrivar soleiðis á sínum Facebook vanga í morgun:

Reyði Krossur Føroya, sum hevur um 200 sjálvboðin til ymisku virkisøkini, hevur eina evarska lítla umsiting. Á skrivstovuni eru tvey lønt fólk, men bæði arbeiða niðursetta tíð. Einasta lønarútreiðsla RKF hevur, er sostatt løn til tvey fólk í tilsamans 55 tímar um vikuna. Øll tey sjálvbodnu eru ólønt.

Nevdin í RKF er somuleiðis ólønt og fær heldur ikki fundarsamsýning. Hetta er eisini galdandi fyri formannin.

RKF hevur hin vegin nakrar aðrar rakstrarútreiðlur, tí felagsskapurin eigur fastar ognir og hevur leiguútreiðslur. Eisini hava vit ein buss, sum vit brúka, tá klæðir verða innheintaði kring landið.

Til hesar umisitingarútreiðslur, also lønir og rakstur av ognum, leiguhølum og bussi, so kunnu vit sambært egnum reglum taka upp til 7,5% í umsitingargjaldi av inntøkunum. Við øðrum orðum, um Landsinnsavningin gevur 1.000.000 kr,, so kann RKF í mesta lagi taka 75.000 kr til umsiting, meðan hinar 925.000 kr. fara óskerdar til hjálpararbeiðið.

Tá vit senda pening út í heim brúka vit netverkið hjá Reyða Krossi í Danmark. Men hesar upphæddir fara eisini óskerdar frá okkum. Danski Reyði Krossur tekur einki gjald fyri hesar tænastur. Tá vit eitt nú sendu 200.000 kr. til Bahamas í farnu viku, so fóru allar 200.000 kr til Bahamas.

RKF er ein sjálvstøðugur felagsskapur og er óheftur av Danska Reyða Krossi,. Vit eru fíggjarliga óheft av dønum og luttaka ikki í teirra rakstri, men hava annars eitt gott samstarv á nógvum ymiskum økjum. Hetta samstarv er skipað í einari sínamillum avtalu. Sama góða samstarv hava vit eisini við eitt nú Reyða Kross í Íslandi.

Vónandi kann hetta beina nakrar misskiljingar av vegnum.

Annars túsund takk fyri góðu udirtøkuna við Landsinnsavningina og túsund takk til tykkum á leið 400, sum gingu runt við bússum.

Jóannes Eidesgaard, formaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…