Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Overblik, overblik, overblik!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  12.09.2019 - 18:27 Bloggur Tíðindi

Sambært orðabókini hjá Jóhannesi av Skarði skal danska orðið ”overblik” týðast við føroyska orðinum ”yvirlit”. Men orðið yvirlit smakkar ikki tað sama í mínum málsliga munni, sum danska overblik, ið sipar til eingilska ”overview”, heldur enn bara eitt yvirlit, sum eina skráseting, eitt registur. Danir hava ikki eitt alment overblik yvir donsk nótaskip, men føroyingar hava helst eitt yvirlit yvir øll føroysk nótaskip.

Nú mugu erkvisnir supermálslingar fyrigeva einum amatørmálsingi um hann nýtir eina danismu í sínum armugenti fyri at tæna klárleikanum (luciditetinum). Men, í hesum døgum, nú jólamenn- og kvinnur hava gjørt um seg allan august mánað, við ótalligum gávulyftum, so fær ein hug til at sóknast eftir heildarloysnum – eftir overblik, ella einum ”overview”, at tingini verða sett í perspektiv, heldur enn bara at peika á og at stríðast fyri leysum smálutum, og egnum áhugamalum.

Tað finnast alt ov mong dømir um væntandi heildarhugsan í føroyskum politikki. Fiskivinnuna tori eg ikki at tosa um, tí hana havi eg als onki skil fyri – kanska havi eg tað heldur ikki fyri restini. Men, tað kennist eins og politikarnir stundum hugsa í pettum og í økjum, og bara festa seg við ávís mál.  Onki ringt um tað, sum so. Vit plaga at siga: Hvat hevði Klaksvíkin verið uttan ein Jógvan við Keldu ella ein Ásbjørn Joensen, ið mangan vórðu skýrdir í so ídnir lokalpatriotar.  Men, samstundis, sum slíkir eisini eru alneyðugir, so er tað umráðandi at politikarnir ikki missa heildina úr eygsjón.  Tí ein og hvør avgerð er partur av, og ávirkar heildina.

Vit vanligu deyðuligu hildu tað vera løgið, at tað skuldu koma sum eitt yvirraskilsi á politikarar í Eysturoynni, at tunnilin undir Leirvíksfirði knappliga bleiv liðugur, tí hann hevði jú verið í gerð í fleiri ár!  Fjøllini skulvu og buldrini kendust undur fótunum.

Men, gakk!  Nú verður skjótt koyrandi av Nesi til Hvítanes – arbeiðið hevur verið í gongd í fleiri ár.  Eitt ódnartak er tikið undir sjónum, men ongin veit hvat tey skulu gera við nýggju ferðsluna, sum skjótt verður ein veruleiki. Her hava tey bara hugsað um hol, og ikki um vegir, men holini og vegirnir hoyra nú einaferð óloysiliga saman! Og soleiðis kundu vit hildið framm við dømum, um hvussu hugsað verður í pettum, í stubbum, í økjum og yrkjum.

Ein kundi ynskt sær, at nýggja løgtingið ferð at hugsa meira í heildini. Nógv nýggj og ung fólk eru komin frammat - kannska tey fara at leita sær á nýggjar arbeiðsleiðir.  Gomlu nissunar eru góðar at hava við í leikinum, royndr eru ikki at kimsa at, men íspeglum hevur tingið ikki brúk fyri.

Ein vísur maður úr Aarhus, Steen Hildebrandt professari, sigur um tað hann væntar av teimum, ið skulu vera leiðarar, er at tey skulu vera ”en klarsynet pilgrim!” Um hann væntar sær hettar av politikarum, veit eg ikki – men, politikarar eru jú (ella eiga at vera) landsins leiðarar og undangongufólk. Og tað eru ongin ivi um, at tørvur er á ”klárskygdum” pílagrímun í tinginum og í landsstýrinum. Gløggskygdum fólki og ikki bara snævurskygdum fólki við tunnelvisión (hettar hevur onki við tunellir at gera!).

Sjálvandi skulu tinglimur berjast fyri sínum egnu hjartamálum, eisini um tey eru nokk so lokal.  Men, samstundis loyva vit okkum at eftirlýsa klárskygni, at okkara kosnu eru før fyri at skoða um allan tann politiska, búskaparliga, sosiala og mentanarliga sjónarringin, sum er at arbeiða fyri teirri heildini, ið eitur Føroyar land og fólk, og ikki bara at arbeiða fyri egináhugamálum, við næsta vali sum máli og sjónarringi.

Og tí er tað helst at professarin skoytir heitið pílagrímur uppí tað hann væntar av leiðaraevninum. Tí ein sannur pílagrímur ferðast ikki bara egna vegna, men ferðast fyri og ímóti eini størri heild, eisini um  tað kostar viðkomandi dýrt at ferðast valdu leiðina. Tað ljóðar kanska eitt syndur háfloygt _ men, eiga vit at vænta okkum minni, av landsins kosnu?  Kring okkum í heiminum, eru alt ov mong dømi um, at fólk lata seg velja, fyri at fáa frítt leidi til at ræna og snýta veljaran. Men, slíkt hoyrir sjálvandi ikki heima í einum framkomnum fólkaræði, sum okkara.

Nøkur av okkum hava livað so leingi, at vit hava funnið útav, at vit eru alt annað enn fullkomin. Men, kortini haldi eg at vit hava loyvi til at vænta av teimum ið leiða innan politikk ella virksemi, alment ella privat, at tey stremba móti stjórnunum, at stevnumiðið er háfloygt. Og tað at tæna er jú hægsta stevnumiðið.

Ein leiðari skal vera ”en klarsynet pilgrim”! sigur Steen Hildebrandt professari. Og sum tey taka til: Skalt tú skoða tingini í perspektiv, so nyttar onki at fara nærri málinum! Smálutirnir (detaljurnr) í einum máli eru sjálvandi av stórst týdningi, men vit eftirlýsa statsmenn (ikki stasmenn) og kvinnur til at taka samanum!

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…