Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stór ferðavinnumessa byrjar týsdagin 24. september

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.09.2019 - 09:54 Tíðindaskriv Vinna

Árliga ferðavinnumessan Vestnorden verður hildin týsdagin og mikudagin í hesu viku.  Á messuni hittast fleiri hundrað keyparar, seljarar og onnur innan ferðavinnu úr øllum heiminum. Føroyar, Ísland og Grønland skiftast um at skipa fyri, og Føroyar eru vertir fjórða hvørt ár.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur: “Vestnorden er einasta ferðavinnutiltakið, sum burturav setur fokus á londini í útnorðuri, tað vil siga Grønland, Ísland og Føroyar. Hetta er tí eitt frálíkt høvi at gera vart við hesi londini sum ferðamál yvirfyri ferðasmiðjum úr øllum heiminum. Tað er altíð serstakt fyri okkum, tá Føroyar eru vertir, tí vit fáa eina røð av útlendskum ferðasmiðum til Føroyar, sum kanska ikki selja Føroyar frammanundan, og tí er hetta eitt gott høvi at vísa teimum, hvat okkara oyggjar hava at bjóðað.”

Setanin av Vestnorden verður í Høllini á Hálsi, týsdagin 24. september kl. 8:30. Nýggi landsstýrimaðurin í Vinnumálum, Helgi Abrahamsen, setir messuna. Stjórar á ferðaráðunum í Grølandi, Íslandi og Føroyum leggja fram um teirra lond. Síðani verður ein tíðindafundur, har fjølmiðlar fáa høvi at spyrja stjórarnar um eitthvørt. Kl. 10 byrja fundir, har seljarar úr teimum trimum londunum fara at hitta keyparar úr øllum heiminum. Seinnapartin fara luttakararnir at ferðast kring landið við føroyskum ferðaleiðarum. Kunningarstovurnar kring landið skipa fyri túrunum. Endamálið er at vísa luttakarunum so nógv av landinum sum gjørligt. Um kvøldið er móttøka í Sjóvinnuhúsinum, sum Tórshavnar Kommuna stendur fyri. Mikudagin eru fundir á skránni allan dagin. Vestnorden endar við einum døgurða á Hotel Føroyum um kvøldið. 

Tað er Visit Faroe Islands, saman við 62N, sum skipar fyri tiltakinum í Føroyum. Vestnorden er fyri innbodnum úr ferðavinnuni.

Les meira um tiltakið her. (leinkja: https://www.vestnorden.com/)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum